Stjørnan helt ondini

Við stórskjótandi Rebekku Justinussen á odda gav StÍF Stjørnuni ein lítlan skelk

StÍF-Stjørnan 21-23 (9-11):


Stjørnan er enn einsamalt oddalið í Sunset-deildini. Leygardagin styrktu tær eisini um støðu sína í so máta, men tað gekk tó striltið at toga sigurin móti StÍF heim.

Fleiri ferðir seinnu árini hevur StÍF argað Stjørnuna, og tað gjørdu tær eisini hesaferð. Hóast Stjørnan hevði munin at kalla allan vegin, so gjørdist gloppið sjáldan somikið stórt, at tær reyðu kundu vera fullvísar í sigrinum.

Heldur var talan um eina kappskjóting, har Rebekka Justinussen rondi at halda Simonu Petersen og Duritu Christoffersen í skák. Tann parturin eydnaðist ikki heilt, og so kundu tær hjá Stjørnuni anda nakað lættari, tá seinasta floytið hevði ljóðað frá dómarunum.

Og tá tær so samstundis fingu boð um, at Kyndil hevði bast Neistanum í Havn mundi dagurin hjá Stjørnuni gerast heilt góður.


Fakta um dystin

StÍF-Stjørnan 21-23 (9-11)

10 min: 2-4

20 min: 7-6

40 min: 14-17

50 min: 17-20

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 9(4), Ninna K. Johansen 6, Sólfríð Christiansen 2, Fríðrunn Danielsen 1, Bára B. Danielsen 1, Ata Gregersen 1, Signhild Petersen 1

Stjørnan: Simona Petersen 7(1), Durista Christoffersen 7, Louisa Andreasen 2, Una Olsen 2, Hanna Mikkelsen 1, Edith Hansen 1, Anna Kristina Samson 1, Joan Midjord Djordjevic 1, Bára Klakstein

Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 2

Útvísingar: StÍF 4, Stjørnan 2

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen