Um vikuskiftið var avgerðin tikin um, at venjarin hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni ikki skal halda fram í starvinum.
Serbiski Lazar Kurdic kom til landið í fjør at venja kvinnuliðið og ungdómslið hjá Stjørnuni, og fyri smáum tveimum vikum síðani leiddi hann kvinnurnar til FM-heitið. Stjørnan var eisini í steypafinaluni, men mátti har lúta fyri Neistanum.
- Vit hava viðgjørt støðuna væl og virðiliga í felagnum, og vit eru komin til ta niðurstøðu, at vit leingja ikki sáttmála við Lazar, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni.
- Vit eru væl nøgd við arbeiðið hjá Lazar, men vit ætla okkum at royna nakað nýtt. Vit kundu hugsa okkum at fingið ein venjara, sum var nærri okkum í máli og mentan, sigur hann.
Vilja hava norðurlending
Kristoffur Ragnarsson sigur, at Stjørnan hevur ikki funnið avloysaran hjá Lazar Kurdic enn, men felagið fer nú at leita miðvíst eftir einum nýggjum venjara, og ætlanin er, at tað skal ikki ganga ov long tíð, áðrenn nýggi venjarin er funnin.
- Vit kundu hugsa okkum at fingið ein norðurlending sum venjara, so at tað gjørdist lættari við tí málsliga, og ein møguleiki er, at vit seta ein føroyskan venjara, sigur Kristoffur Ragnarsson, sum tó ikki vil nevna ítøkilig uppskot til starvið í Stjørnuni.
- Tað skulu alla tíðina verða framstig í Stjørnuni, og tað er eisini galdandi fyri spælarahópin og venjaran til næstu kapping, sigur hann.
Droyma um Europa
Tað hevur verið upp á tal, at Stjørnan skal fara við í europeiska kapping aftur, men enn er avgerðin ikki tikin um hetta.
- Vit droyma um europeiskan hondbólt, men enn er ov tíðliga at siga endaligt, um vit fara við í Europa Cup næsta vetur. Møguleikan er til staðar, men vit mugu viðgera hetta nærri í felagnum, áðrenn vit taka avgerðina, sigur Kristoffur Ragnarsson.
- Vit hava eitt ættarliðsskifti á veg í Stjørnuni, og tað er umráðandi, at vit arbeiða miðvíst við hesum spælarum. Teir skulu fáa hóskandi avbjóðingar, og tað hevði verið best, um vit eisini kundu givið teimum avbjóðingar í útlandinum á hvørjum ári, sigur hann.