Í KÍ-høllini var rættiligt oddabrak í gjár, tá ið Stjørnan og VB, sum undan dystinum bæði deildu 2. plássið, brustu saman
Dysturin var sera týðandi í tann mun, at tann, ið vann dystin, vann sær 2. plássið í deildini, sum gevur atgongd til FM-finaluna. Hóast Stjørnan legði bragdligari fyri, so var tað VB, sum skjótt kom fyri seg og sat á tí mesta í fyrra hálvleiki. Eina løtu var VB á odda 10-6, men so svaraði Stjørnan aftur stutt undan hálvleikinum og slapp til hálvleiks bara eitt mál aftanfyri, nevniliga 14-13 til VB.
Stjørnan lýsti
VB helt fast í seinna hálvleiki og helt Stjørnuni aftanfyri seg eina løtu, men miðskeiðis í seinna hálvleiki mistu tær takið um dystin. Guðrun í Lágabø stóð væl í málinum og Corina Demeterca sendi bóltin í málið ferð eftir ferð, og var tað við til at venda dystinum. VB minkaði til bara eitt mál í seinastu sekundunum, men tá var ov seint og Stjørnan vann dystin 23-22.
Stjørnan hevur tískil lagt seg einsamalla á 2. pláss við 18 stigum. VB hevur 16 stig og ein dyst fleiri eftir at leika enn Stjørnan.
Stjørnan – VB 23-22 (13-14)
Stjørnan: Corina Demeterca (9) Simona Petersen (5) Judit Hansen (3) Una Olsen (2) Lovisa Lassen (2) Annika Ljósstein (1)
Útvísingar: 3x2min.
VB: Gurið Mortensen (5) Rannvá Johannesen (5) Bára K. Mortensen (4) Laila Jespersen (3) Natasha Ivanovsky (2) Helga Kjærbo (2) Andrea Nielsen (1)
Útvísingar: 3x2min.