Stjørnan í serflokki

Heldur ikki Neistin megnaði at nerta Stjørnuna, sum við tryggum sigri vann seg upp aftur á oddasessin

Hondbóltur

 

Eftir at hava lænt Tjaldri oddasessin í hálva viku, høvdu kvinnurnar hjá Stjørnuna í gjár mgøuleikan at vinna seg upp aftur á ovastu rók, tá tær tóku móti Neistanum í eini endurtøku av FM-finaluni frá í fjør.

Spenningurin gjørdist tó ikki tann heilt stóri hesaferð, tí longu eftir fyrstu fáu minuttunum hevði heimaliðið lagt sjógv millum seg og Neistan. Og tað var ein munur, sum tær bláu ongan tíð megnaðu at gera tað heilt stóra við.

Eina løtu í seinna hálvleiki royndu tær bláu at toga, og tær fingu minkað munin niður í trý mál, men hetta kostaði eisini nógvar kreftir, og tá so Stjørnan enn einaferð svaraði aftur, var leyst og liðugt.

Enn er kappingin blaðung, og undir øllum umstøðum heldur spenningurin sær, nú talan er um FM-finalu. Men fyrst og fremst tykist spurningurin vera, um tað verður VB, Neistin ella Tjaldur, sum skulu fylgja Stjørnuni í finaluna. Sjálvandi kunnu skaðar og onnur fyribrigdi arga oddaliðið, men styrkismunurin niður til VB og Neistan tykist í øllum førum vera av slíkum slag, at hesin ikki verður skorin burtur uttan víðari. Enn eiga tær so til góðar at spæla móti Tjaldri, men tað man vera ivasamt, um tær hava styrkina til at gera so øgiliga nógv við Stjørnuna heldur.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-Neistin 29-20 (13-8)

10 min: 7-2

20 min: 11-6

40 min: 18-14

50 min: 24-18

Málskjúttar

Stjørnan: Anna Kristina Samson 6, Una Olsen 6, Durita Ljósstein 5(4), Simona Petersen 4, Bára S. Klakstein 3, Durita Mikkelsen 2, Joan M. Djordjevic 2, Durita Christophersen 1

Neistin: Trine M. Olsen 9(2), Nicoleta R. Hansen 5(2), Anna Kildevæld 4(1), Unn Kragesteen 1, Heidi Maria Akselsen 1

Brotskøst: Stjørnan 5, Neistin 8

Útvísingar: Stjørnan 2, Neistin 2

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen