Stjørnan skipar fyri ókeypis bussferð

Í samband við steypafinaluna í Havn leygardagin millum Stjørnuna og Neistan, skipar Stjørnan fyri ókeypis bussambandi úr Leirvík til Havnar og aftur til Leirvíkar eftir dystin. Farið verður av Klaksvík við Dúgvuni kl. 10.15.
Tilmelding fer fram á Kunningarstovuni í Klaksvík tlf. 456939 ella á 216939 innan kl. 18.00 fríggjadagin.