Stjørnan stórfavorittur

Í kvøld bresta tey bæði fremstu kvinnuliðini í Sunset-kappingini, Tjaldur og Stjørnan, saman í fyrstu FM-finaluni, sum verður spæld í Runavík

Hondbóltur: FM-finalurnar í Sunset-kappingini eru ein endurtøka frá í fjør, tá Stjørnan eisini var á odda við landskappingarenda, so fyrsta finalan var spæld í Runavík. Ta ferðina vann Tjaldur fyrsta dystin, og tá annar dysturin var spældur í Klaksvík, vann Tjaldur aftur og gjørdist føroyameistari.
Men meðan kappingin í fjør var rættiliga jøvn og spennandi, hevur Stjørnan í nógv størri mun verið í sínum egna serklassa í vetur. Og av teimum seks dystunum í lands- og steypakappingini, sum hava verið millum liðini, hevur Stjørnan vunnið teir fýra. Um hugt verður at innanhýsis málúrtøkuni millum liðini í hesum seks dystunum, er hon stórliga til fyrimus fyri Stjørnuna: 157-139.
Serliga knúsandi var sigurin í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, tá Stjørnan í Runavík vann við ikki færri enn 11 málum, so alt var væl og virðiliga avgjørt áðrenn seinnu hálvfinaluna, og Stjørnan fór eisini allan vegin og vann seinni steypakappingina.

Góða og stóra breidd
Eisini á stigatalvuni hevur Stjørnan væl og virðiliga munin, tí við sínum tilsamans 37 stigum eftir 20 umfør, og tað eru seks stig fleiri enn Tjaldur, sum endaði á 31 stigum. Síðstu vikurnar hevur Tjaldur tapt fyri bæði Neistanum og VÍF, umframt at liðið bara vann við einum máli á VB.
Sostatt bendir alt á, at Stjørnan er stórfavorittur undan FM-finalunum í Sunset-kappingini, og eitt nú talar stóra og góða breiddin hjá klaksvíkskvinnum fyri, at tær eru sera væl fyri at taka greipuna í ár.
Hvussu væl tað gongur hjá Tjaldri, er sera nógv tengt at, hvussu útlendingarnir standa seg, og síðstu dystirnar hevur sæð út til, at Stjørnan hevur lagt seg væl eftir at skerja eitt nú stórskjúttan, Adinu Petrea. Tjaldur noyðist eisini at vera Corneliu Rimbu fyriuttan, so á pappírinum sær Tjaldur veikari út.
Men hetta eru finaludystir, har alt kann henda, so kanska verður kortini talan um tveir javnar og spennandi dystir. Spurningurin er so, um tað í ár verða tríggir finaludystir hjá kvinnunum, ella um annað liðið fer avstað við øllum við tveimum sigrum beinanvegin.