Stjørnan vísti beinan vegin, at tær ikki fóru at taka lætt upp á uppgávuna, og tær settu ferð á frá fyrsta bríksli. Fyrstu minuttirnir vóru eitt satt ódnarveður móti Tjaldurs-málinum hjá neyðars Lydiu Isaksen og Unn Jarnskor, og at munurin var stórur á liðunum báðum sást týðuliga. Stjørnan vann nevnliga fyrsta korterið 12-2, og tá var dysturin langt síðani avgjørdur.
Bára gjørdi eitt ordans hál
Í einum slíkum dysti, har mótstøðan, ið Stjørnan fekk, ikki var tann størsta, var høvi hjá venjaranum hjá steypavinnarunum, Svein Rógvi Nielsen, at geva nøkrum av vanligu eykaleikarunum eitt sindur meiri spælitíð, enn tær vanliga fáa. Men onkur av "gomlu gardini" var eisini verandi á vøllinum, og ein av teimum var Bára Skaale Klakstein, ið hevði ein av sínum heilt góðu døgum. Bára skeyt sunnudagin ikki færri enn 17 mál, og tað er óivað persónligt met hjá henni, hóast hon hevur nøkur ár á baki í bestu deildini.
Annars er ikki so nógv at siga um dystin, sum Stjørnan vann 47-12, tað vil siga, at 35 mál vóru á muni. Dysturin prógvar bara enn einaferð, hvussu stórur munurin millum fremstu og aftastu liðini í Sunset-kappingini er, og spurningurin er, um ikki HSF eigur at taka hetta upp til viðgerðar, tí tað tænir ongum, at eitt lið vikuskifti eftir vikuskifti verður avhølvað.
Hinvegin eiga tær í Tjaldur rós uppiborið fyri, at tær hóast keðiligu úrslitini møta upp so trúfastar, og tað er vert at leggja til merkir, at Tjaldur hevði 11 leikarar í hópinum sunnudagin, og tað eru tað fleiri onnur lið í deildini, sum ikki megna.
Stjørnan-Tjaldur 47-12 (28-6)
Stjørnan: Bára Skaale Klakstein 17, Annika Ljósstein 7(4), Katarina Stjepanov 5, Alina Olaru 5, Maria við Neyst 4(1), Joan M. Djordjevic 3, Fríða Petersen 2(2), Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 2
Tjaldur: Heidi Sevdal 4, Anna Hansen 3, Mary Ann Isaksen 2, Ellenbjørg Hammer 1, Hanna Isaksen 1, Jacoba Langgaard 1(1)
Brotskøst: Stjørnan 9(7), Tjaldur 1(1)
Útvísingar: Stjørnan 1, Tjaldur 8
Dómarar: Kári og Dánjal Hansen