Stjórnarflokkarnir fingu ein frammaná

Tað gekst illa hjá norsku stjórnarflokkunum á kommunu- og fylkisvalinum mánadagin

Allir teir tríggir flokkarnir í norsku minnilutastjórnini høvdu afturgongd á valinum mánadagin, og serliga illa royndist valið Kristiliga Fólkaflokkinum hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra. Flokkurin fekk 6,4 prosent av atkvøðunum. Tað er 2,8 prosentstig í afturgongd samanborið við kommunuvalið fyri fýra árum síðani og uppaftur meiri samanborið við stórtingsvalið fyri tveimum árum síðani.
Teir stópru sigursharrarnir á kommunu- og fylkisvalinum vóru Framburðsflokkurin og Sosialistiski Vinstriflokkurin. Framburðsflokkurin fekk 16,5 prosent, sum er 4,4 prosentstig meiri enn á seinasta kommunu- og fylkis-vali. Sosialistiski vinstri-flokkurin fekk mánadagin 12,3 prosent av atkvøðunum, og tað var 4,5 prosent-stig meiri enn á valinum í 1999.
Hjá Arbeiðaraflokkinum royndist valið eisini val, sjálvt um flokkurin hevði 0,1 prosentstig afturgongd samanborið við kommunuvalið í 2001. Verður úrslitið hjá flokkinum borið saman við stórtingsvalið í 2001, fekk flokkurin 3,2 prosentstig meiri hesaferð og er landsins størsti við 27,5 prosentum av atkvøðunum.