Stjórnarskipan ella undirskipan

Stjórnarskipanarmálið snýr seg ikki um persónsstríð, men um fatanir og metingar av fólkaræði og rættindunum hjá Føroya fólki

Høgni Hoydal
-----

Fleiri hava heitt á meg um at gera viðmerkingar til tær ósemjur og tey ivamál, sum eru reist í sambandi við stjórnarskipanarmálið – og sjálvandi serliga til royndirnar at gera persónsstríð og ákærur til part av málinum.

Til royndirnar at gera persónsstríð og seta fram ákærur, geri eg ongar beinleiðis persónligar viðmerkingar. Nokti rætt og slætt at taka lut í tí. Sjálvt um eg taki mær tað ógvuliga nær, noyðist eg at viðganga.

Tað er sjálvandi væl skilligt, at fjølmiðlarnir vilja viðgera eitt mál, har álvarsligar ákærur verða settar fram. Ikki minst millum floksfelagar og ímóti floksformonnum. Men tá haldi eg, at fjølmiðlarnir sum minsta mark eiga at finna fram, greina og meta um fakta í málinum. Hvat er rætt og hvat er skeivt í tí, sum verður borið fram – og tí sum verður lagt fólki í munn og muru? Og hvat er kjarnin í málinum?

Ósatt at breið semja var í fjør?
Nú er stjórnarskipanarmálið eitt sera týdningarmikið mál. Tað snýr seg um fólkarætt og rættindini hjá føroysku tjóðini og øllum borgarum í Føroyum.

Undirritaði er lagdur undir at siga ósatt, tí eg havi víst á, at fyri einum ári síðani var ein breið semja um stjórnarskipanaruppskotið.

Er hetta ósatt? Bara við at leita á netinum í tveir minuttir eftir tí, sum varð sagt fyri einum ári síðani, ber til at staðfesta, at m.a. hetta varð skrivað, eftir at nevndin legði sítt uppskot fram – frá teimum, sum nú siga, at ongin semja var:

August 2010 á løgtingi: “Tann 6. mars 2010 løgdu § 25 umboðini fyri Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin í semju (Miðflokkurin tó við fyrivarni) uppskot um Stjórnarskipan Føroya fyri Løgtingið, sí løgtingsmál 140/2009.”
Úr viðmerking í Dimmu og Sosialinum, juni 2010: “Stjórnarskipanin - tann søguliga tjóðskaparliga semjan millum allar flokkar á løgtingi.”
Úr virðmerking í Dimmu 15. Juni 2010: “Uppskotið til stjórnarskipan er eitt gott úrslit av friðarligum tingingum. Men har var semja. Og tað er ikki so sexut í tíðindahøpi. Klandur er meira catchy.”
Úr fráboðan frá ABC-landsstýrinum, juni 2010: ”...uppskotið til stjórnarskipan kann verða smíðað liðugt í teirri sátt og semju, sum hevur eyðmerkt gongdina higartil.”

Uttanhýsis uppíblanding og broytingar
Síðani eri eg lagdur undir at siga ósatt um, at tann uttanhýsis uppíblandingin frá donsku stjórnini og serfrøðingum sum kom í summar, hevur elvt til, at tann søguliga semjan tíverri fór sundur við tí broytingaruppskoti, ið nú varð lagt fram. Eisini eru tey orð løgd mær í munnin, at eg skal hava ákært persónar og flokkar fyri at renna ørindi fyri Lars Løkke Rasmussen. Men slík orð havi eg als ikki nýtt um nakran – tíansheldur lopið á nakran persón.

Staðfestingin er hinvegin bert gongdin í málinum her heima, har sambandsflokkurin hevur kravt grundleggjandi broytingar vísandi til krøvini frá donsku stjórnini.

Hetta varð sagt skrivliga frá løgmanni og sambandsflokkinum 14. juni 2010 í fjør, eftir at danski forsætisráðharrin og danska løgmálaráðið løgdu seg út í málið:

“Tá ið grein 25 nevndin legði fram sítt uppskot til stjórnarskipan, kom eg til ta niðurstøðu, at ivamál vóru um, hvørt uppskotið samsvarar við heimastýrislógina og yvirtøkulógina (...)
Síðani havi eg tikið spurningin upp við danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen á ríkisfundinum herfyri, serliga nú danska Løgmálaráðið eisini hevur skrivað løgfrøðiligt upprit um málið. Á fundinum gjørdi forsætisráðharrin greitt, at danska stjórnin metir, at um uppskotið verður samtykt í verandi líki, er tað at meta sum, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum.
Eg boðaði forsætisráðharranum frá, at dialogur er millum politisku flokkarnar í Føroyum um, hvussu vit koma víðari í málinum, og at vit venda aftur til donsku myndugleikarnar, tá henda viðgerð er liðug.”

Broytingarnar í uppskotinum
Úrslitið er nú, at ein røð av broytingaruppskotum eru gjørd til semjuuppskotið frá í fjør, sum broyta grundleggjandi partar av lógini. Hetta er sjálvsagt gjørt til tess at fáa sambandsflokkin at taka undir – og tað er so eitt val.

Men nú eru tríggir – kanska fýra – flokkar, ið ikki kunnu taka undir við, at stjórnarskipanin er grundleggjandi broytt og vend á høvdið.

Í øll tey 12 árini, vit hava arbeitt við føroyskari stjórnarskipan, hevur grundarlagið undir arbeiðinum verið, at ein stjórnarskipan, ið skal samtykkjast av fólkinum, sjálvandi er omanfyri allar aðrar lógir, ið ikki eru samtyktar av fólkinum. Annars er ikki talan um fólkaræði.

Øll hesi árini hevur tí staðið greitt í formælinum til lógina:
“Landsins egnu lógir eru einans tær, sum gjørdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum
eftir fólksins vilja (...) Allar lógir og siðvenjur skulu virða hesa stjórnarskipan. Eingin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð.”

Men hetta er nú strikað. Ístaðin er sett inn henda orðing:
“Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk (...)”

Vit eru sostatt farin frá einum grundarlagi, har allar aðrar lógir skulu virða ta stjórnarskipan, sum Føroya fólk samtykkir. Til eitt grundarlag, har okkara stjórnarskipan skal virða allar aðrar lógir, sum ikki eru samtyktar av fólkinum.

Stjórnarskipan ella undirskipan
Uttan mun til, hvat vit halda um hetta, so krevur tað eina gjølliga grundgeving frá teimum, ið skjóta upp at gera hesa broyting.

Saman við mongum øðrum broytingum, er talan um týdningarmiklar broytingar, sum eftir okkara tykki venda mongum á høvdið. Í besta føri kann tað elva til sama eljustríð um tulkingar og rættarstøðu føroyinga sum tjóð. Í ringasta føri kann tað elva til, at danska grundlógin, heimastýrislógin, yvirtøkulógin og aðrar lógir verða tulkaðar at verða samtyktar av fólkinum og til at hava hægri rættargildi enn okkara egna stjórnarskipan (eins og løgmaður saman við danska forstætisráðharranum boðaði frá í fjør).

Hetta er tann politiska kjarnin í málinum, sum fólk kunnu taka støðu til og meta um. Onkur heldur, at tað er neyðugt at gera hesa broyting fyri at fáa semju, og tulkar broytingarnar øðrvísi, enn eg her havi víst á. Tað ber so til at viðgera ta ósemjuna sakliga.

Vit í Tjóðveldi hava bæði í tingbólki og í aðalstjórn floksins viðgjørt væl og virðiliga, hvør støða okkara er og hava støðugt mælt til semjuroyndir, heldur enn at leggja verandi broytingaruppskot fram. Somu støðu hava tríggir aðrir flokkar.

Tað snýr seg um fólkaræði og alt tað grundarlag, ið føroyska sjálvstýrisrørslan hevur bygt á. Og tað snýr seg um, hvørt vit vilja eina demokratiska stjórnarskipan ella eina undirskipan. Tað átti at borið til at funnnið semju um tað.