Jóannes Hansen og Kári á Rógvi, limir í stjórnarskipanarnevndini
Uppskotið um stjórnarskipan Føroya er ætlað at betra stýrislagið, loysa ríkisrættarliga knútin, leggja hornastein undir føroyskan samleika og skipa fólkaræðisliga orðaskiftið. Orðaskiftið um stjórnaskipan Føroya eigur tí at snúgva seg um hesar stóru spurningar.
Millum stóru stjórnarligu landnámini eru mannarættindi orðað á føroyskum á fyrsta sinni, betraðar lóggávumannagondir við millum øðrum kravdum hoyringum og møguleika fyri fólkaatkvøðu og tjóðskaparlig semja um Føroyar sum land, føroyingar sum tjóð og mannagongd fyri framtíðar broyting í ríkisrættarligu støðuni.
Stjórnarskipan Føroya skipar tað fólkaræðiliga orðavalið, stovnar og mannagongdir. Stjórnarskipan Føroya kemur í staðin fyri løgtingslóg um stýrisskipan og skapar harvið karmarnar fyri øllum lógum í Føroyum.
Tíverri fer kjakið av sporinum, tá spurningurin um skrásett parlag fyri samkynd verður tikið fram sum mest viðkomandi málið í hesum høpi. Tað verður ein vanlukka, um júst hesin spurningurin verður avgerandi fyri, um føroyingar atkvøða fyri uppskotinum til nýggja stjórnarskipan ella ikki og serliga um føroyingar taka skipanina til sín ella ikki.
Hjúnabandslógin sigur, at hjúnalagið er fyri tvey fólk av hvør sínum kyni, ið ikki eru ov ung ella ov nær skyld ella gift við nøkrum øðrum samstundis. Hetta verður framvegis so, um ikki Løgtingið vil nakað annað.
Allar lógir taka dagar ímillum, hvør er fevndur, og hvør ikki er fevndur av lógini. Onkur lóg sigur, hvørji vegsíðu bilar skulu koyra, og onnur sigur, hvør kann fáa fólkapensjón.
Tey, ið antin vilja varðveita ella broyta hjúnabandslóg, ferðslulóg ella pensjónslóg, kunnu í fyrstu atløgu brúka stjórnarskipanina at gera seg galdandi í almenna kjakinum.
Stjórnarskipanin er við at skapa tað kjakliga orðavalið við ásetingum um lóggávuheimild, javnrættindi, kristindóm og mentununararv. Verða lógirnar viðgjørdar á tingi, kunnu fólk gera seg galdandi í hoyringum ella møguliga á fólkaatkvøðu. Ætlandi og vónandi verða lógir okkara í framtíðin betur fyrireikaðar, gjøllari viðgjørdar og tryggari fólkaræðiliga grundaðar.
Verða fólk kortini ónøgd, kunnu tey royna málið í rættinum. Stjórnarskipanin leggur upp til, at rættarskipanin skal gerast virknari, sjónligari og meiri atkomulig. Lagt verður upp til, at rættarskipanin hjálpir til at menna lógir, sum nú eru avoldaðar, ógreiðar ella ikki sampakka við aðrar.
Mál at viðgera
Tvey meiri viðkomandi dømi um rættindi, sum føroyskur løgrættur kundi viðgjørt, skulu í stuttum lýsast niðanfyri.
Fyrra dømið: hvønn rætt eigur foreldur, ið ikki hevur foreldrarætt til barn sítt, kortini til innlit í viðurskiftini hjá barninum t.d. á dagstovni, í skúla ella hjá lækna? Galdandi danska lóg um foreldramyndugleika tekur støðu til teir spurningarnar. Galdandi føroyska lóg ger tað ikki. Her kundi løgrætturin staðfest, at foreldur hava rætt til innlit í viðurskiftini hjá barninum undir ávísum treytum, vísandi til ásetingar um familju, børn og onnur sjálvsøgd rættindi.
Seinna dømið: er tað rætt, at nokta børnum pláss á dagstovni, tá barnið ikki hevur hevur føroyskt p-tal, men foreldrini lógliga búgva í Føroyum (sum tað nýliga varð sagt í Sosialinum). Aftur her kundi løgrætturin sagt, at viðkomandi kommuna ikki hevur víst á viðkomandi orsøkir at skilja ímillum børn við og uttan p-tal ella uppihaldsloyvi. Stjórnarskipanin sigur, at tað skal viðgerast líka. Løgrætturin kundi valt at javnsett børn við og uttan p-tal ella uppihaldsloyvi, tá ræður um barnagarðspláss.
Dømini bæði vísa, at stjórnarskipan er best egnað at brúka í rættinum, tá ræður um at mýkja og tulka galdandi lóg og venju.
Fatanirnar
Tá ræður um at umsita galdandi lóg, fer tað at bera til hjá útlendingum og føroyingum, kvinnum og monnum, bygdarfólkum og havnarfólkum, samkyndum og hinkyndum og øllum øðrum, ið kunnu vera fyri mismuni, við stjórnarlógini í hond at krevja somu atgongd til at koyra bil, fáa pensjón, barnagarðspláss, almenn størv og so framvegis, um ikki rímiligar og grundaðar orsøkir eru fyri at nokta teimum hetta. Próvbyrðan fer at liggja á tí almenna at vísa á, hví ítøkiligur munur er viðkomandi og rættvísur.
Men, tá ræður um lógarásetingar sum avmarking av hjúnalagnum til kall og konu, høgrakoyring fram um vinstrakoyring, 67-ára pensjónsaldur ella onnur umhugsað og viljað politisk val, er lítið hugsandi, at løgrætturin fer at trumfa tey fólkavaldu. Er spurningurin enntá lagdur fyri fólkið at taka støðu til á fólkaatkvøðu, minka sannlíkindini fyri tí enn meira.
Hetta reisir eisini spurningin um, hvussu løgrættardómarar skulu veljast. Stjórnarskipanin leggur upp til, at tingið skal góðkenna teir. Tí er sera ósannlíkt, at dómarar verða valdir, sum við dómum vilja seta egnar lógir í gildi ímóti greiða politiska viljanum.
Samanumtikið førir stjórnarskipanin ikki til samkynt parlag. Tað verður framvegis spurningur um almenna kjakið og at enda atkvøður, antin á tingi ella á fólkaatkvøðu. Hóast stjórnarskipan ikki trumfar og endar kjakið um ymsu lógir okkara, so er hon sera neyðug sum karmur um framhaldandi politiska orðaskiftið á øllum økjum.
Viðhvørt tykist kjakið um skrásett parlag at vera í vanda fyri at koppa orðaskiftinum um stjórnarskipanina, men tað er í øllum førum at fegnast um, at fólkavaldu limirnir nú alment siga sína hugsan. Vit frøðingar eiga ikki stjórnarskipan Føroya; fólkið í Føroyum eigur hana og ræður fyri innihaldi hennara.