Stóra gallaveitslan í hondbólti er ikki liðug enn, men virðislønirnar fyri bestu hondbóltsavrikini eru lætnar.
Hjá kvinnum varð Ninna K. Johansen úr StÍF kosin sum besti spælarin, og hartil varð hon eisini kosin sum ársins stjørnuskot.
Ársins spælari hjá monnum gjørdist Finnur Hansson.
Virðislønirnar, sum vórðu lætnar í kvøld, vóru hesar.
Toppskjúttar
Kvinnur: Nicoleta R. Hansen
Menn: Damir Oros
Ársins málverjar
Kvinnur: Asta Armanovice
Menn: Marian Cirloganescu
Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Ninna K. Johansen
Menn: Dánjal Tórgarð og Carl Herup Olsen
Ársins venjari
Kvinnur: Jústines Justinussen
Menn: Kári Mortensen
Ársins verjuspælari
Kvinnur: Una Olsen
Menn: Rógvi Weihe
Ársins álopsspælari
Kvinnur: Daiva Toumaite
Menn: Damir Oros
Ársins spælari
Kvinnur: Ninna K. Johansen
Menn: Finnur Hansson
Ársins dómarar
Eyðun L. Samuelsen og Andreas F. Hansen