Stjarnan við Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir í hópinum hevði ryggin móti múrinum undan fjórða uppflytingardystinum móti Grótta á Seltjarnarnesi.
Tapti Stjarnan vóru tær fluttar niður í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildina. Vunnu tær verður fimti og avgerandi uppflytingardysturin í Garðabær komandi mikukvøld.
Tað eydnaðist Stjörnuni at vinna greiðan 36-24 sigur á Grótta. Í steðginum var Stjarnan á odda 15-13.
Natasja skoraði seks mál og Inga Maria skoraði fýra mál.
Mikukvøldið klokkan 20.30 spæla liðini fimta og avgerandi dystin um hvør sleppur at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.











