Stjarnan og Afturelding vunnu

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding er næstfremst

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Liðið hjá Sveini Olafssyni og Halli Arasyni, Afturelding vann á heimavølli 35-31 á HK. Í steðginum var HK frammanfyri við einum máli, 18-17. 

 

Liðið hjá Jóhannes Bjørgvin (myndin) vann á útivølli tepran 29-28 sigur á Gróttu. í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Leygardagin klokkan 16 spæla Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali dyst á útivølli móti ÍR.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Fram171214567:5145325
2Afturelding171124539:4815824
3FH161033473:4284523
4Valur161024508:4693922
5Haukar17926544:4846020
6Stjarnan17746493:495-218
7ÍBV16727483:487-416
8HK17629491:497-614
9KA175210491:540-4912
10Grótta164210447:483-3610
11ÍR163211498:565-678
12Fjölnir163013426:517-916