Tað hava verið fleiri søgur í fjølmiðlunum um fólk, sum stjala í sjálvtøkunum í matvøruhandlum. Tað eru kassar, har kundin sjálvur avgreiðir síni viðurskifti og sjálvur skannar vørurnar við ein serligan kassa, sum ikki er mannaður.
Tað kemur ofta fyri, at fólk snýta við hesar sjálvgreiðslurnar. Tað vísa vakmyndatól hjá handlunum. Tey, sum stjala fyri upp til 8.000 krónur fáa vanliga sekt uttan at fara í rættin.
Nú er so fyri fyrstu ferð ein dómur fallin í einum slíkum málið. Talan er um ein 48 ára gamlam mann, sum er skuldsettur fyri at hava stolið fyri tilsamans 15.000 krónur í vørum í fýra Bónus handlum í Havn.
Maðurin hevur rindað handlinum aftur fyri vørurnar - og er dømdur 20 daga treyta fongsulsrevsing. Harafturat skal hann gera samfelagstænastu í 40 tímar.