Stjórin í Fjarhitafelagnum fer frá við eftirløn

Hans Christian Dam hevur valt at leggja frá sum stjóri í Fjarhitafelagnum, nú hann nærkast eftirlønaraldrinum. Nevndin hevur avgjørt at seta Eirik Mørkøre, fíggjarleiðara, sum fyribilsstjóra restina av árinum

Tíðindaskriv:

 

Hans Christian Dam, sum kemur í eftirlønaraldurin í mai, hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri í Fjarhitafelagnum, har hann hevur havt dagligu leiðsluna seinastu 22 árini.

 

Nevndin í Fjarhitafelagnum hevur sett Eirik Mørkøre, fíggjarleiðara, sum fyribilsstjóra í felagnum restina av árinum. Hesa tíðina fer nevndin at brúka til at søkja eftir nýggjum stjóra og at skipa eina setanartilgongd. Í hesum tíðarskeiðnum verður Hans Christian Dam eisini til taks sum ráðgevi hjá stjóranum og nevndini.  

 

– Vit eru sera væl nøgd við arbeiðið, sum Hans Christian Dam hevur greitt úr hondum í stjórastarvinum hesi 22 árini. Fjarhitin er nógv útbygdur, talið av fjarhitabrúkarum er meiri enn fjórfaldað, og Fjarhitafelagið heldur grønu kósina, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.

 

Hon vísir á, at fjarhitaleiðingin er miðvíst útbygd, soleiðis at ein 14 kilometrar long høvuðsleiðing liggur frá Sundsverkinum, ígjøgnum miðbýin og heilt út undir Kongavarða.

 

– Bulurin er sostatt lagdur til grøna orkuberan í høvuðsstaðnum. Komandi árini skulu vit fáa meira grøna orku inn í fjarhitaskipanina, og fleiri brúkarar skulu hava møguleika at knýta í høvuðsleiðingina. Hans Christian Dam eigur sín stóra lut í hesum arbeiði, og nevndin takkar honum fyri avrikið, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.

 

Líðandi stjóraskifti

 

Hans Christian Dam setti seg í stjórasessin í Fjarhitafelagnum 1. mars 2004, eftir at hann hevði starvast sum verkfrøðingur hjá felagnum í tvey ár. Tá vóru umleið 450 brúkarar í fjarhitaskipanini, sum strekti seg frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla og niðan Hoyvíkshagan. Stóru útbyggingarnar, sum er framdar hesi 22 árini, hava kravt tíð og orku, og nógv er at minnast aftur á.

 

– Tað var eitt stórt tak, tá vit skuldu gjøgnum allan býin og heilt út undir Kongavarða. Okkurt gleps havi eg fingið, tá býurin hevur verið grivin upp, tí vit skuldu leggja fjarhitarør. Eg haldi kortini, at tey flestu duga at síggja stórt virði í tí, tá hesi rørini, sum skulu vera við til at gera høvuðsstaðin grønan, eru komin niður í jørðina at liggja, sigur Hans Christian Dam.

 

Hann fegnast um, at gassoljan nú er mest sum horvin sum beinleiðis orkukelda í fjarhitaskipanini, og at Fjarhitafelagið heldur grønu kósina.

 

- Fjarhitin kann saktans gerast 100 prosent grønur við fleiri grønum orkukeldum, samstundis sum fleiri brúkarar leggjast afturat skipanini. Eg gleði meg at fylgja við grønu framgongdini komandi árini, sigur Hans Christian Dam, fráfarandi stjóri í Fjarhitafelagnum.

 

Fyribilsstjórin, Eirikur Mørkøre, hevur longu drúgvar royndir innan virksemið hjá Fjarhitafelagnum, har hann hevur havt tætt samstarv við Hans Christian Dam. Hann hevur verið fíggjarleiðari í felagnum seinastu fimm árini, og hansara fremsta uppgáva verður at halda fram á grønu kósini.

 

– Eg fari at gera mítt ítasta at arbeiða fyri grønum fjarhita. Næsta stigið er at knýta ein elketil í fjarhitaskipanina, sum skal hitast við yvirskotsorku frá vindmyllum, sigur Eirikur Mørkøre, fyribilsstjóri í Fjarhitafelagnum.

 

Talan er um ein vatntanga, ið er settur upp á Sundi, og sum verður hitaður við einum varmaspirali. Hesin elketilin verður tikin í nýtslu í næstum.

 

Eirikur Mørkøre er settur í tíðaravmarkað starv restina av árinum. Nevndin miðar eftir, at ein nýggjur stjóri kann taka við starvi í Fjarhitafelagnum 1. januar 2027.