Tað eru 20 færri, enn teir fingu á fólkatingsvalinum 1. november í 2022, tá teir fingu 89 tingsessir og skipaðu eina meirilutastjórn. 179 tingsessir eru í danska Fólkatinginum, og tí skulu 90 til at hava reinan meiriluta. Men av tí at føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir vanliga ikki atkvøða í donskum innanlandsmálum, og tí at teir í øllum førum tríggir teirra hava systurflokkar í samgonguni, so var talan um ein tryggan meiriluta, tá stjórnin varð skipað.
Men tað hevur gingið afturá hjá donsku stjórnarflokkunum í veljarakanningum.
Tann seinasta er tó eitt vet frægari enn tann næstsíðsta, sum Voxmeter gjørdi fyri Ritzau. Tí tá fingu stjórnarflokkarnir bara 61 tingsessir.
Danski Javnaðarflokkurin fekk í teirri kannignini, sum varð kunngjørd 25. mars, bara 19,6 prosent, sum verri enn nakað úrslit hjá flokkinum seinastu 100 árini.
Men hesaferð er støðan eitt vet betur, nú nú stendur flokkurin hjá forsætisráðfrúnni til 22,1 prosent av atkvøðunum, sum tó er 5,4 prosentstig verri enn á valinum í 2024.
##med2##
Tá stjórnin millum Javnaðarflokkin, Vinstra og Moderatarnar varð skipað í 2022 var tað fyrstu ferð í 44 ár, at blokkpolitikkurin varð brotin. Og hóast stjórnarflokkarnir tykjast fegnir um samstarvið tvørtur um miðjuna í donskum politikki, so tykjast veljararnir hjá flokkunum ikki at hava somu fatan.
Men um vit hyggja eftir blokkunum í nýggjastu kanningini hjá Voxmeter, so vísir hon reyðan meiriluta, so fyri tað kundi Mette Frederiksen hildið fram sum forsætisráðfrú í eini reyðari stjórn í Danmark, um veljarakanningin hevði verið valúrslitið.
Reyði vongur fær í kanningini 92 tingsessir, meðan blái vongur fær 83.