Stjórnarsamráðingar

Avtalan, sum nú er gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið merkir, at nú hevur landsstýrið ábyrgdina fyri búskaparpolitikkinum í Føroyum

? Tað merkir eisini, at vit skulu leggja okkara fíggjarviðurskifti eftir virkseminum í einum landi sum okkara, sum gongur upp og niður, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum saman við landsstýrisfólkunum, Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, og Marianne Jelved, búskaparmálaráðharra, og embætisfólkunum høvdu fundast í slakar 18 tímar.

? Við hesi avtalu hevur tað eydnast okkum at fáa enda á kjakinum millum Danmark og Føroyar og tryggja føroyingum burðardyggan búskap. Vit hava samstundis fingið eina avtalu um skuldarspurningin, sum gevur Føroyum rímiliga afturgjaldsskipan. Danir ynskja ikki longur at leggja seg út í føroyskan búskaparpolitikk. Eitt nýtt tíðarskeið er byrjað í samstarvinum millum londin bæði, segði Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, tá hann og løgmaður saman við Marianne Jelved, búskaparráðharra, høvdu undirskrivað nýggju samstarvsavtaluna.

? Viðvíkjandi bankamálinum, uttanlandsskuldini og blokkstuðlinum er hesi trý mál tvinnað saman soleiðis, at tey ikki eru sundurgreinað fyri hvørt málið sær.

Landsstýrið tekur stevningina móti danska statinum aftur, men gevur samstundis dønum, um áhugi er fyri tí, møguleika at gera avtalu við Fíggingargrunnin um at føra sakarmál móti Den Danske Bank. Báðir partar eru samdir um at afturgjaldingin av uttanlandsskuldini stendur í rímiligum lutfalli við tað, sum føroyski búskapurin kann bera. Skuldin verður niðurskrivað við 900 mió. kr. 500 mill. kr. verður latið sum rentu- og avdráttarfrítt lán. Hvussu afturgjaldingin skal verða, velst um føroysku oljuvinnuna frameftir. Tó verður henda skuldin avskrivað um 20 ár, um so er, at oljuvinnan ikki er byrjað.

Restin av skuldin verður afturgoldin í 20 ára annuitetslán til støddar 4023 mió. kr. við fimm prosent rentu. Árliga skulu gjaldast 323 mió. kr.

Viðvíkjandi blokkstuðlinum skal danski staturin lata Føroyum 932 mió. kr. árliga fram til 2001, mett eftir virðinum í 1999. Spurningurin um blokkstuðulin skal takast upp aftur í sambandi við samráðingar komandi um nýskipan í ríkisrættarligu viðurskiftunum millum londini bæði.

Umframt tað yvirtekur landsstýrið Fíggingargrunnin, sum eigur Føroya Banka, Framtaksgrunnin, Realkreditstovnin og ábyrgdina av búskaparpolitikkinum í Føroyum.

All avtalur, sum eru gjørdar frá 6. oktober 1992, fella burtur, undantikið avtalan um føroysku undirgrundina, sum varð gjørd 22. des. 1992.

Seinast í avtaluni verður nevnt, at ladnsstýrið hevur játtað at leggja framuppskot um nýggja sosiallóggávu í hesum árinum.

Avtalan umfatar eisini semju millum partarnar um, at føroyskir myndugleikar seinni skulu yvirtaka Skipaeftirlitið. Danska stjórnin góðtekur at broytingar verða gjørdar eftir ynskinum hjá føroyingum um at fáa fullveldi. Hesar samráðingar byrja møguliga av álvara í heyst.