Stjórnin gevur kongshúsinum 17 milliónir krónur

Kongshúsið skal hava fleiri pengar. Tað leggur stjórnin upp til við nýggjum útkasti til búskapin eftir trónuskiftið í januar

Kongshjúnini skulu sambært upplegginum frá stjórnini hava 17 millióir krónur árliga, harva 4 milliónir verða markaðar til Christian krúnprins. Margreta drotning skalhava 12 milliónir krónur um árið. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Útreiðslurnar eiga tilsamans at økjast úr 126,5 til 143,8 milliónir krónur, stendur í útkastinum. Tað vil siga ein hækking upp á 17,3 milliónir krónur.

– Vit hava eini kongshjún, sum vit kunnu vera errin av, og sum umboða okkum á besta hátt. Soleiðis skal tað eisini vera í framtíðinni, og tað vilja vit skapar karmar fyri, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú.

Stjórnin ætlar at seta av 12 milliónir krónur til Margretu drotning, sum abdiseraði 14. januar.

Markaðar ferða 4 milliónir krónur til Christian krúnprins av teimum 123 milliónunum, sum verða settar av til kongshjúnini.

/ritzau/