Tvær reisur fyrr hava líknandi uppskot verið til viðgerðar á løgtingi. Framtíðarstøða Føroya, sum Tjóðveldisflokkurin legði fram, og eitt frá Javnaðarflokkinum. Tað førdi til stjórnarkreppu.
Hetta uppskotið er eisini frá Javnaðarflokkinum. Uppskotið gongur út uppá, at seta eina 13-mannanevnd, sum skal:
1. Kanna og lýsa verandi ríkisrættaligu støðu Føroya.
2. Kanna og lýsa hvørjir karmarnir eru fyri broyting, og hvør formliga broytingarmannagongdin eigur at vera.
3. Gera uppskot um nýggja skipan við størri sjálvræði og
4. viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum nevndin heldur hava týdning.
Í álitinum til løgtingsmál nr. 6/1996, fyrireiking til setan av stjórnmálanevnd, sum fall, søgdu fýra minnilutar teirra hugsan um tað uppskotið.
Umboð Sambandsfloksins (Bjørn á Heygum og Maria Hansen) avvístu uppskotið, og teimum tók eg fult undir við.
Umboð Fólkafloksins (Rúna Sivertsen og Kjartan I. Joensen) hildu tað vera bæði rætt og neyðugt at fáa broytingar í viðurskiftini millum Føroyar-Danmark, fyri at fáa størri sjálvræði, bæði fíggjarliga og statsrættarliga.
Umboð Javnaðarfloksins (Marita Petersen) legði størsta dentin á ikki at fortelja hvat tað er Javnaðarflokkurin vil. Hon segði m.a., eg endurtaki: »Fyri ikki framman undan at styggja nakran flokk frá at viðgera málið, og fyri ikki at læsa málið fast, áðrenn spurningurin um setan av stjórnmálanevnd er viðgjørdur, valdi Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið ikki at siga nakað ítøkiligt um floksins støður til ymsu spurningarnar? o.s.fr.«
Síðan hevði Marita Petersen nakrar almennar ella generellar viðmerkingar um avgerðarrætt og ábyrgd og ásetan av avtalum. Alt hetta kann gerast innan víðu karmarnar av verandi heimastýrislóg.
Boðskapurin frá Javnaðarflokkinum er: Sig onki fyrr enn nevndin er sett. Tá hava Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin og yvirtøku- og loysingarflokkarnir hond og hálsrætt yvir nevndini og kunnu gera tað teimum lystir. Hetta er boðskapurin.
Umboð Tjóðveldisfloksins (Signar á Brúnni) setur onki uppskot fram. Tað nýtist honum heldur ikki. Mótsett Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og hinum loysingarflokkunum hevur hesin flokkur altíð torað at sagt tað hann meinar.
Harri formaður
Støðan á Føroya Løgtingi er óbroytt síðan miðjuna av sjeytiárunum. Síðan tá er tað støðugt vorðið greiðari, at bert ein sambandsflokkur er Føroyum, og at hinir flokkarnir vilja arbeiða fram móti loysingini.
Hetta er ein sannroynd, hóast bert ein av loysingarflokkunum torir at viðganga sína sonnu støðu alment.
Ikki bert nógvir politskir flokkar, men eisini nógvir persónar, bæði føroyingar og danir, bera upp undir at broyta heimastýrislógina.
Eg havi tosað við nógvar, eg havi lisið nógv tilfar frá hesum flokkum og persónum. Enn havi eg onga grundgeving fyri at broyta heimastýrislógina fingið frá nøkrum, uttan grundgevingina frá Tjóðveldisflokkinum. Vit skulu loysa frá Danmark. Sjálvt skilamaðurin, Bent Klinte, hevur í dag í Sosialinum onki uppskot til broytingar út yvir eitt »serviceeftirlit«.
Tjóðveldismenn siga, at vit ikki kunnu kenna ábyrgd fyrr enn vit hava fingið loysingina. Teir skuldu verið teir fyrstu til at vita tað. Teir royndu at reka føroyska samfelagið í seinnu helvt av áttatiárunum. Teir høvdu fríar hendur til at gera alt tað teimum lysti, eisini at læna pening runt allan heimin. Úrslitið kenna vit, og hetta úrslitið er høvuðsorsøkin til fíggjarligu støðu okkara í dag.
Vit í Sambandsflokkinum eru grundleggjandi ósamdir við hinar flokkarnar um hesi viðurskiftini. Vit eru ímóti at loysa.
Sambandsflokkurin var ósamdur, tá tær stóru yvirtøkurnar vóru framdar. Vit vóru eisini ósamdir, tá talan var um at broyta ríkisstuðulin til blokkstuðul. Loysingarflokkarnir grundgóvu broytingarnar við at gera føroyska samfelagið sterkari. Í dag kann hvør einstakur sjálvur meta um hetta eydnaðist.
Harri formaður
Aftaná tað sum eg havi ført fram, kann ein náttúrliga spyrja, um vit í Sambandsflokkinum í einum og øllum eru nøgd við samarbeiðið millum Føroyar og Danmark.
Svarið er nei. Vit eru ikki nøgd. Men orsøkin til okkara ónøgd er ikki, at nakað er galið við heimastýrislógini. Tað sum var galið er, at vit ikki høvdu avtalaðar spælireglur innan fyri karmarnar av heimastýrislógini.
Og hví høvdu vit ikki tað? Hava føroyingar biðið um, ella skotið upp, greiðar spælireglur, sum danir hava nokta fyri at fremja? Ikki mær vitandi.
Lat meg nevna eitt dømi. Í fyrru helvt av áttatiárunum høvdu vit ríkisfundir, har politisku leiðslurnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum kundu hittast m.a. fyri at upplýsa hvønn annan um øll viðurskifti av týdningi. Hesir ríkisfundir vóru niðurlagdir so skjótt Sambandsflokkurin ikki meira var í samgongu. Vit tóku teir uppaftur, so skjótt sum vit komu fram at aftur, og góvu teimum enn størri innihald, og eiga teir at hava upp aftur størri týdning í framtíðini.
Mær dámar ikki at fara inn í smálutir í sambandi við verandi støðu, og verandi millumverandir, við donsku stjórnina og við Danmark. Hetta ber illa til, fyrr enn vit politiskt eru vorin samd um, hvat skal gerast.
Hetta er heldur ikki neyðugt. Ein frágreiðing uppá 2.500 blaðsíður gevur nógv av svarunum. Lesið hesa frágreiðing.
Hon viðger samskiftið millum danskar og føroyskar politiskar myndugleikar. Danir hava viðgingið, at teir hava gjørt mistøk. Hetta eru mistøk, gjørd av persónum. Onki av hesum mistøkum er gjørt, tí vit hava heimastýrislógina, og tí heimastýrislógin er orðað sum hon er.
Tá tit lesa frágreiðingina, áttu tit ikki eisini at mett um okkara menn, politikkarar og embætismenn, hava gjørt teirra heimaarbeiði ella ikki. Eg spyrji bara.
Harri formaður
Lat meg eina ferð enn endurtaka, at meðan nógvir flokkar og nógvir persónar bera fram, at heimastýrislógin er gomul, og tað kann tað vera nakað um, og av hesi orsøk eigur at verða broytt, so hevur ongin enn víst á, hví og hvussu hon skal broytast, uttan Tjóðveldisflokkurin.
Lat meg runda av við at vísa til Harhoff professara, sum er serfrøðingur á økinum. Í sambandi við at bankafrágreiðingin kom fram, svaraði hann í sjónvarpinum uppá hendan spurningin nakað soleiðis: »Jeg synes det mest konstruktive man kan sige, er at der må tages initiativ til at der indføres øjeblikkeligt nogle spilleregler, nogle procedurer og nogle rutiner, så man sikrer sig, at dette problem ikke opstår i fremtiden«.
Lat okkum bíða við at fyrireika ta loysningina sum tit leggja upp til her. Lat okkum ístaðin skjótast gjørligt, saman við dønum, gera neyðugar spælireglir, prosedurur og arbeiðsreglur fyri framhaldandi samarbeiði millum Danmark og Føroyar innan fyri verandi heimastýrislógina.
Hetta seinast nevnda hevur stóran skund. At loysa hevur hafturímóti ongan skund.
Eg havi fyrr sagt, at tað í sambandi við 50 ára dagin fyri heimastýrislógina eigur at vera hildin ráðstevna í Føroyum. Hendan ráðstevna, har eisini útlendskir serfrøðingar eiga at luttaka, eigur at geva okkum eitt kvalifisera boð uppá fyrimunir og vansar við ríkisfelagsskapinum, hvønn status Føroyar hava aftaná 50 ára heimastýri, og hvørjir møguleikarnir eru uttan heimastýrisskipanina.
Skuldi tað hóast alt verið ein meiriluti her á tingi, sum hevur so stóran skund at fyrireika loysingina, at teir ikki kunnu bíða eftir einari tílíkari ráðstevnu, so eiga vit at leggja spurningin fyri føroyska fólkið. Eg rokni við at eg fái viðhald fyri mínum sjónarmiði.
Edmund Joensen,
løgmaður