Stoðir í gjaldssteðg

Íslendska felagið Stoðir, sum fyrr æt FL Group, fór í dag í gjaldssteðg Stoðir hevur gjørt íløgur í fleiri útlendskar fyritøkur og eigur millum annað 25,5 prosent av Royal Unibrew, sum eigur donsku bryggjaríini Ceres, Faxe og Albani.

Partabrævavirðið í Royal Unibrew fall næstan sjey prosent, tá tað frættist, at Stoðir var farið í gjaldssteðg.

Stoðir hevur átt flogfelagið Sterling og ein part av donsku fyritøkuni B&O, men hesar ognir eru seinni seldar. Herumframt eigur felagið ein part av íløgufelagnum Baugi, sum eigur millum annað Magasin og Illum í Danmark.