Støðan er óbroytt seinastu trý árini

- Tað undar meg, at hetta er ein trupulleiki, tí fyrrverandi landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, segði, at tað manglaðu ikki røktarpláss.

 

Tað sigur Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri, um støðuna á eldraøkinum, har nøkur fólk vera liggjandi á sjúkrahúsinum eftir lokna viðgerð, meðan onnur mugu vera verandi heima, hóast støðan ikki er nøktandi har heldur. Hann skilir ikki, hvussu tað kann vera bíðilisti at sleppa inn á røktarheim í fleiri kommunum í landinum, millum annað á Tvøroyri, um tað eru nokk av røktarplássum.

 

Sjálvur metir hann, at sloganið um, at fólk ynskja at vera sum longst í egnum heimi, ikki er heilt rætt.

- Nógv, sum eru væl fyri, vilja vera heima sum longst, men hetta eru aloftast fólk, sum hava familjuna um seg. Sera nógv gomul eru einsamøll og hava eina trista tilveru, og vitjan av heimahjálp, um tað so er tríggjar ferðir um dagin, kann aldrin koma í staðin fyri samveruna við onnur, sum ein jú fær á einum búplássi, skrivaði hann í lesarabrævi fyri hálvum triðja ári síðani, og sigur, at hesum stendur hann enn fyri.

 

Umframt at hann heldur, at vit hava tørv á fleiri røktarplássum, vísir hann á, at ein annar trupulleiki er, at nógv, ið eru á røktarheimum í dag, ikki høvdu havt tørv á tí, um heimahjálpin varð uppraðfest.

 

Tí vildi ein uppraðfesting av heimahjálpuni hjálpt upp á báðar trupulleikarnar. Tað vildi givið betri røkt til tey, sum hava heimahjálp, samstundis sum tað hevði leysgivið nøkur pláss á røktarheimum, til teirra, ið veruliga hava tørv á at búgva á búplássi.

 

- Vón okkara er, at vit kunnu fáa heimahjálpina aftur á tað støði, hon var á, tá hon byrjaði. Tá klagaðu fólk um, at tey eldru fingu ov nógva hjálp, sigur Signar Dam, kommunulækni.