Støre fekk eini sms-boð frá Trump í nátt

- Eg fekk eina beinleiðis afturmelding frá Donald Trump í nátt, sigur norski forsætisráðharrin

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre sigur við www.tv2.no, at amerikanski forsetin, Donald Trump, beinleiðis hevur sett seg í samband við hann við einum sms-boðum.

 

Hetta hendi í samband við, at norski forsætisráðharrin í síðstu viku deildi sína fatan av tí, hann sá á sínari vitjan herfyri í krígsherjaða landinum, Ukraina.

 

- Eg fekk eina afturmelding frá Trump í nátt, sigur hann við norsku sjónvarpsrásina.

 

Í dag fer Jonas Gahr Støre at luttaka digitalt á einum fundi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, saman við umboðum fyri tey lond í Evropa, sum stuðl Ukraina.

 

Sum skilst, verður amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini við digitalt - ella talgilt - á fundinum tíðliga seinnapartin í dag.

 

Hetta er annars ein fundur, sum verður hildin í París, har leiðarar úr fleiri evropeiskum londum savnast at viðgera støðuna.

 

- Nú er tætt samband millum Evropa og USA, sigur Jonas Gahr Støre.

 

Heimasíðan hjá www.tv2.no veit at siga, at ein annar, sum eisini verður við á fundinum í París talgilt er spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez.

 

Flogfarið, sum Pedro Sánchez var við, noyddist at venda aftur, tá flogfarið fekk tekniskar trupulleikar.

 

Tað eru Frakland og Stórabretland, sum leiða fundin í París, har londini eitt nú fara at umrøða veitingar til ætlaðu trygdarváttanina til Ukraina.

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron, kunngjørdi í gjár, at íkastið hjá Fraklandi í hesum sambandi liggur klárt til politiska góðkenning.