Eyðgunn Samuelsen ynskir, at politiska skipanin fer at geva yrkisútbúgvingunum størri ans.
Hon sigur, at síðani 2009 hevur man lagt stóra orku í at útvega øllum pláss á miðnám, men uttan at spyrja tey ungu eftir, um hetta var tað, tey vildu. Hon er tí bangin fyri, at um hetta rákið heldur á, fara vit at hava mong ung við miðnámsútbúgvingum, sum í veruleikanum heldur kundu havt hugsað sær eina yrkisútbúgving.
- Skeiklaða gongdin kann gerast ein alsamt størri trupulleiki, við tað, at vit koma at hava nógv ung, ið ikki fingu ta útbúgving, ið tey ynsktu sær, samfelagið kemur at mangla yrkislærda arbeiðsmegi, og møguleikarnir fyri vinnuligum vøkstri gerast færri, skrivar Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen ásannar, at sitandi samgonga hevur tosað nógv um at útvega fleiri lærlingapláss, men, sigur hon, fyribils er hetta bara tómt tos.
- Øll átøk, ið kundu verið við til at útvega fleiri læruplass, eru feld. Vit hava í staðin innflutt handverkarar og í eini tíð, har byggivirksemi er í hæddini, eru tað 50 færri lærusáttmálar undirskrivaðir í 2014 enn í 2013, nevniliga 228 í mun til 278 í 2013, skrivar løgtingskvinnan.
Hon eftirlýsir, at landsstýrið fremur onkur av teimum átøkum, som hon vísir á, at okkara grannalond hava framt seinastu árini, so sum at útvega fleiri lærupláss og at seta krøv til byggivinnuna um at seta fleiri lærlingar í samband við útboð av almennum arbeiði.
Lesarabrævið frá Eyðgunn Samuelsen kann lesast her.