Næsta ár verður tað lættari hjá barnafamiljum í Hvalbiar kommunu, tá bæði barnaansingargjald og barnafrádráttur verða broytt.
- Vit hava samtykt at lækka barnaansigargjaldið í dagrøktini, so tað frá 1. januar 2015 fer at kosta 1800 krónur um mánaðin í 11 mánaðir av árinum. Í dag er gjaldið 2000 krónur, og galdast skal fyri 12 mánaðir. Haraftrat verður systkinafrádrátturin óbroyttur.
Tað sigur borgsrstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundson.
Hann vísir á, at í samband við aðru viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015, varð eisini samtykt at hækka barnafrádráttin úr 5000 krónum upp í 5500 krónur næsta ár.
- Skattaprosentið verður óbroytt, og tí skuldi lækkingin í dagrøktargjaldinum og hækkaði barnafrádrátturin verið við til at lætt um hjá barnafamiljunum í kommununi, sigur Trúgvi Gudmundarson.
Viðhefta mynd er av spæliplássinum í Hvalba, sum helst er eitt tað mest attraktiva spæliplássið hjá børnum í Føroyum yvirhøvur.