Størru inntøkurnar fella teimum við hægri útbúgving

Úr fólkateljingini fyri Manntal frá 2011 sæst, at tey, sum hava hægstu útbúgvingar, eisini hava hægstu inntøkurnar.

Í greiningini hjá Hagstovuni, hava tey býtt útbúgvingarstigini í fýra bólkar; styttri enn eitt ár eftir fólkaskúla; miðnám ella yrkisútbúgving; miðhøg útbúgving á BA ella diplomstigi og  kandidatútbúgving ella hægri.

 

Greiningin er skift á kyn, og vísir, at 14% av mannfólkunum, sum hava lisið styttri enn eitt ár eftir fólkaskúla hava eina ársinntøku undir 100.000 krónur eftir skatt, meðan einans 8% hava eina inntøku á fleiri enn 300.000 krónur eftir skatt. Hinvegin, hava heili 40% av mannfólkunum við kandidatútbúgving ella hægri eina ársinntøku á fleiri enn 300.000 krónur eftir skatt.

 

Hjá kvinnunum sær eitt sindur øðrvísi út. Millum tær við styttri enn eitt ára útbúgving eftir fólkaskúlan er eingin, sum hevur eina inntøku á fleiri enn 300.000 krónur eftir skatt, meðan tær eru 21% við einari inntøku á minni enn 100.000 krónur eftir skatt. Millum kandidatútbúnu kvinnurnar, eru einans 6%, við einari ársinntøku á minni enn 100.000 krónur og 22% úr hesum bólkinum hevur eina ársinntøku á meir enn 300.000 krónur eftir skatt.

 

Hóast munur framvegis er á inntøkunum millum kvinnur menn, vísir hendan greiningin greitt, at hægri útbúgving førir við sær hægri inntøku, skrivar Hagstova Føroya.