Størsta havnin í Kuvait rakt í dronuálopi

Shuwaikh-havnin, sum hon verður rópt, varð álopin í morgun við "fíggindaligum dronum", siga myndugleikarnir í Kuvait

Myndn, sum er út Kuvait, er tilvildarlig

Týdningarmiklasta vinnuliga havnin í Kuvait fekk skaðar í einum iranskum dronuálopi í morgun.

 

Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum, sum leggja aftrat, at eingi fólk fingu løstir í álopinum.

 

Boðini úr Kuvait koma, samstundis sum Iran hevur hildið fram við sínum álopum á londini kring Persaraflógvan.

 

Samstundis, sum USA og Ísrael leypa á Iran, hevnir Iran seg móti londum, sum USA og Ísrael samstarva við.

 

Shuwaikh-havnin, sum hon verður rópt, varð í morgun álopin við "fíggindaligum dronum".

 

Myndugleikarnir í Kuvait siga á X, fyrrverandi Twitter, at talan er um materiellar skaðar, sum havnin hevur fingið.

 

 

 

Myndn, sum er út Kuvait, er tilvildarlig