Størsti gjøgnumtrekkur í landsstýrinum í 15 ár

Í dag skal Fólkaflokkurin kunngera nýtt landsstýrisfólk. Bárður Nielsen hevur bara tveir landsstýrismenn eftir av upprunaligu manningini

 

Vit skulu aftur til seinasta landsstýrið, sum bara var mannað við monnum (2004-2008), at finna líka stóra útskifting, sum vit hava í landsstýrinum í dag, sum eisini bara er mannað við monnum.

Og menninir á útskiftingarbeinkinum tá ganga eisini aftur í hesum landsstýrinum. Ein er løgmaður sjálvur. Hann var fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum, sum varð skipað í 2004. Men so fekk hann tilboðið um at gerast stjóri í stóru verkætlanini Stórutjørn hjá Jákup á Dul, sum skuldi byggja ein heilan bý í Hoyvíkshaganum fyri góðar tvær milliardir krónur. Tí fór Bárður Nielsen frá sum fíggjarmálaráðharri 9. mai í 2005 fyri at gerast stjóri í Stórtjørn og fór úr politikki. Verkætlanin hjá Jákup á Dul fór í vaskið, og eftir løgtingsvalið í 2011, var Bárður Nielsen aftur í Løgtinginum.

Hin maðurin, sum eisini gongur aftur í dag, er Jacob Vestergaard, sum var koyrdur frá sum landsstýrismaður 23. november í 2007.

Hann var fiskimálaráðharri til 20. desember í fjør, tá hann legði landsstýrissessin frá sær fyri at fáa Anniku Olsen, sum sat sum varaumboð Fólkafloksins á tingi, úr Løgtinginum.

Higartil hava hesar útskiftingar verið í sitandi landsstýri:

1.    20. desember 2021: Jacob Vestergaard fer frá og Árni Skaale verður nýggjur landsstýrismaður 6. januar 2022.

2.    20. desember 2021: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fer frá og Sólvit Nolsø verður nýggjur landsstýrismaður 6. januar 2022.

3.    20. august í 2021: Helgi Abrahamsen fer frá, Magnus Rasmussen nýggjur landsstýrismaður

4.    17. februar 2022: Jørgen Niclasen fer frá sum landsstýrismaður

Harvið eru fýra av upprunaligu landsstýrisfólkunum farin frá. Tríggir nýggir landsstýrismenn eru tilnevndir, og í dag ella í morgin verður roknað við, at nýtt landsstýrisfólk verður tilnevnt.

Harvið hevur Bárður Nielsen skift út 57 prosent av manningini, sum hann legði til brots við 14. september í 2019, tá hendan samgongan varð skipað. Teir einastu, sum er eftir av upprunaligu manningin hjá Bárði Nielsen eru Jenis av Rana og Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Útskiftingar í undanfarnum landsstýrum:

2015-19: Aksel V. Johannesen, løgmaður

1.    21. januar 2019: Rigmor Dam – Hanna Jensen

2.    1. oktober 2018: Henrik Old - Heðin Mortensen

Útskifting: 25%

 

2011-15: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

1.    5. september 2013: Kári P. Højgaard

2.    15. januar 2012: Jákup Mikkelsen - Jacob Vestergaard

Útskifting: 25%

 

2008-11: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

1.    20. februar 2011: Jóannes Eidesgaard - John Johannessen

2.    19. januar 2011: Jørgen Niclasen -

3.    14. juli 2009: Hans Pauli Strøm - Aksel V. Johannesen

6. apríl í 2011: Fólkaflokkurin úr samgonguni, Jacob Vestergaard og Annika Olsen leggja frá sær

Útskifting: 33%

 

2008-08: Jóannes Eidesgaard, løgmaður

1.    30. august 2008: Kristina Háfoss - Óluvá Klettskarð

12,5%

 

2004-08: Jóannes Eidesgaard, løgmaður

1.     23. november 2007: Jacob Vestergaard - Heðin Zachariasen

2.    9. mai 2007: Bárður Nielsen - Magni Laksafoss

3.    1. desember 2005: Jógvan við Keldu - Jacob Vestergaard

4.    23. februar 2004: Johan Dahl - Bjørn Kalsø

Útskifting: 57%