Størstu fyritøkurnar í USA seta seg upp ímóti hægstarætti

Tær lova at hjálpa kvinnum, sum vilja hava fosturtøku

Tað vakti stóran ans, tá ið hægstirættur í USA hendan dagin strikaði rættin til fría fosturtøku og síðani hava fleiri statir í USA tikið støðu til at banna fosturtøku, ella at skerja rættindini til fosturtøku. Miðlar hava upplýst, at fyribils hava minst 13 statir í USA hava gjørt av at banna fosturtøku og sagt verður, at tað verða mest statirnir heilt har eysturi, ímóti Atlantshavi, og har vesturi, ímóti Kyrrahavi, sum fara at varðveita rættin til fría fosturtøku.

 

Men nú seta nakrar av teimum størstu fyritøkunum í heiminum seg upp ímót hesi avgerðini. Nakrar av hesum fyrtøkum eru Disney, Amazon, Google, JP Mortan Chase, Goldman Sachs, Starbucks, Microsoft, Apple, Yelp, Uber, Nike, Netflix og Meta, sum er móðurfelagið hjá Facebook, Instagram og fleiri øðrum sosialum miðlum. Men talan er eisini um fleiri aðrar stórar fyritøkur.

 

Hesar fyrtøkurnar vilja ikki góðtaka dómin, og nú lova tær at hjálpa kvinnum, sum vilja hava fosturtøku. Tað kunnu tær gera við at rinda fyri at kvinnur kunnu fara í statir, har fosturtøka er lóglig, fyri at fáa fosturtøku.

 

Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at statir ætla eisini at revsa tey, sum hjálpa kvinnum at fáa fosturtøku. Men fleiri av hesum fyritøkum hava deildir í fleiri statum og tær lata upp fyri, at lata kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, flyta til deildir í statum, har tað er loyvt, at arbeiða.

 

Hinvegin halda eygleiðarar, at hetta fer ikki at loysa tann størta trupulleikan av øllum og tað eru allar tær arbeiðsleysu, blóðfátæku kvinnurnar, sum fara at koma illa fyri, tí at tær ikki kunnu fáa fosturtøku.