Landsstýrismaðurin í uttanríkisráðum, Jørgen Niclasen, hevði í farnu viku vitjan av tjóvum.
Tá landsstýrismaðurin skuldi fara í hjallin eftir turrum kjøti, gjørdist hann bilsin, tá hann sá, at øll 20 tjógvin hjá honum vóru burtur.
Hetta skrivar Vágaportalurin.
- Høvdu tjóvarnir for hundin latið eitt verið eftir, so hevði tað fløvað mítt hjarta, men har var einki, sigur Jørgen Niclasen við Vágaportalin.
Uttanríkisráðharrin sum hevur hildið hvítusunnu úti í Tindhólmi, skuldi taka sær eitt gott veðratjógv við út í Tindhólm av einum veðri sum vigaði um 84 pund og hevði gingið í Tindhólmi, og var tað tá, hann kom til ein tóman hjall.
Málið er meldað til løgregluna.