- Eg havi eini boð til tey, sum standa aftan fyri hesi álop. Tað eru ein boð frá øllum Noregi. Tit sleppa ikki at oyðileggja okkara fólkaræði, segði norski forsætisráðharrin, tá ið hann fyri løtu síðani hevði tíðindafund í Oslo.
Jens Stoltenberg segði í røðuni til norska fólkið, at norðmenn standa saman, tá ið ástendur.
- Í kvøld og í nátt skulu vit ansa eftir hvørjum øðrum. Vit skulu troysta og tosa saman. Í morgin skulu vit vísa heiminum, at norska fólkaræðið verður sterkari. Vit skulu finna tey seku, men í kvøld hevur tað størstan týdning at bjarga mannalívum og at vísa umsorgan, segði Stoltenberg.
- Vit eru øll skelkað av hesum óndskapi, sum hevur rakt okkum so ógvusliga og knappliga. Men eg havi eini boð til tey, sum standa aftan fyri hesi álop. Tað eru ein boð frá øllum Noregi. Tit sleppa ikki at oyðileggja okkara fólkaræði ella okkara luttøku úti í heimi. Vit eru ein lítil tjóð, men vit eru ein stolt tjóð, og eingin skal bumba okkum til tøgn, segði forsætisráðharrin.
Eftir tíðindafundin fór Jens Stoltenberg á Ullevål sjúkrahúsið at vitja.