Lægri bruttoúrtøka og hækkandi lønir ótu hálva millión kr burtur av ársúrslitinum hjá smápartafelagnum Guðrun & Guðrun 2013 í mun til undanfarna ár, tá avlopið var slakar 700.000 eftir skatt.
Hóast afturgongd í úrsliti, so hevur virksemið hjá føroysku klædnafyritøkuni, ið eisini er kend uttanfyri føroysku landoddarnar, havt stóra framgond í virkseminum tey seinastu árini.
Av roknskapinum, sum júst er tøkur á Business-line, framgongur, at bruttoúrtøkan hjá smápartafelagnum Guðrun og Guðrun er nærum tvífaldað tey seinastu fimm árini, úr 1,4 mió kr í 2009 til 2,5 mió kr. í 2013.
Ársúrslitið 2013 eftir skatt gjørdist 123.000 kr móti 674.000 í 2012.
Guðrun & Guðrun rindaðu í fjør góðar 2,1 millión í lønum. Eginpeningurin var við árslok slakar 1,5 mió kr.
Sí vinnuskránna hjá Guðrun og Guðrun her