Stór grind í Miðvági

Hon verður hildin til beint nú

Tað er grindaboð í Vágum í morgun.

 

Tað var um seks tíðina, at teir sóu eina grind uttanfyri Presttanga, sigur løgreglan. Bátar komu til og síðani er grindin rikin inn á Miðvág.

 

Tað gekk gott at reka grindina, og løgreglan sigur, at hon verður hildin til í hesi løtu.  Mett verður, at grindin, sum er ársins fyrsta grind, er einar 200 hvalir.