Stór kanning av føroyingum við diabetes 2

Fróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverki Føroya fara nú undir eina stóra kanning av fólki við diabetes 2 fyri at fáa staðfest ávirkanina, sum heilsufótbóltsspæl hevur á heilsustøðuna

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverki Føroya sendu í gjár meira enn 800 brøv gjøgnum Mínboks til fólk við diabetes 2. Fólkini eru øll millum 40 og 70 ár. Endamálið er at bjóða teimum at vera við í eini stórari kanning av, hvørja ávirkan samansett venjing, sum ein fær við fótbóltsspæli, hevur á heilsuna hjá fólki við diabetes 2.

 

Talan er um eina sokallaða inverventiónskanning, har tey, sum melda seg til, tilvildarliga verða býtt í tveir bólkar, ein heilsufótbóltsbólk og ein kontrollbólk.

 

Heilsufótbóltsbólkurin skal spæla fótbólt í 14 vikur, og kontrollbólkurin heldur fram at røra seg sum vanligt.

 

Bæði áðrenn og eftir hesar 14 vikurnar verða nógvar og somu kanningar gjørdar av øllum luttakarum fyri at staðfesta, hvørja ávirkan heilsufótbóltsspælið hevur havt.

 

Venjingarnar fara at vera ymsastaðni kring landið.

 

Verkætlanin byrjar 1. august 2024 og heldur fram til miðjan desember.

 

Fótbóltssamband Føroya er eisini partur av verkætlanini.