Í dag byrjar árliga kavbátavenjingin Dynamic Mongoose.
Tilsamans luttaka 12 long (13 við Føroyum). Úr Danmark luttaka Vejuskipið Hvidbjørnen og herskipið Niels Juul, og so er føroyski Brimil eisini við í venjingini.
– Tað er gleðiligt, at NATO annað árið á rað hevur valt at leggja árligu anti-kavbátavenjingina Dynamic Mongoose í sjóøkið kring Føroyar, sum enn er sera viðkomandi at venja í, sigur Martin Lund frá Arktisk Kommando í Føroyum.
Talan er um eina stóra venjing, har fleiri ymisk fiktiv scenariir verða vand, umframt mannagongdir til kavbátakrígg og anti-kavbátakríggj, fortelja tey úr Arktisk Kommando Føroyum.
– Tað er ótrúliga týdningarmikið at venja samstarvið millum manningarnar hjá teimum ymsu longunum, soleiðis at øll kunnu reagera skjótt og effektivt, sigur Martin Lund.
– Venjingin vísir týdningin av teinum góðum samstarvi, bæði í ríkisfelagsskapinum og við NATO-sameind, sigur hann.
Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Í tann mun, vant verður í føroyskum sjóøki, verður tað í høvuðsheitum norðanfyri.
LES EISINI: NATO-flotavenjing við Føroyar
Hesar myndir, sum Nicklas Levin hevur tikið, hevur Arktisk Kommando lagt út á Facebook:
##med2##
##med3##
##med4##
(Myndir: Nicklas Levin)