Tað vóru sera nógv fólk til jarðarferðina hjá Hans Jacob Hjelm í Vági í dag. Vágsprestur, Patrick de Neergaard, hevði gravtaluna við jarðarferðina, har eisini Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur í Havn, segði nøkur orð um Hans Jacob Hjelm, sum var gubbi hennara.
Løtan í kirkjuni var eisini nógv merkt av tónleiki.
Ervið var í Vágshøll, har dekkað var til 700 fólk, har fólk komu og fóru. Mett verður, at har kanska vóru eini 1500 fólk.
Tá kistan kom í kirkjuna í gjárkvøldið heilsaði Nýggjársnevndin í Vági Hans Jacobi við neyðblussum við Tríkantin, og tá kistan fór úr kirkjuni í kirkjugarðin í dag stóðu ítróttarfeløgini í Vági pardu fram við vegnum.
Av tí at roknað var við nógvum fólki, og at pláss valla fór at verða fyri øllum í kirkjuni, var jarðarferðin stroymd soleiðis, at fólk eisini kundu fylgja við í fimleikarhøllini og í auluni í Vágs skúla, og í hølunum hjá Frelsunnarherinum í Vági.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##