Ætlandi verður munandi meiri makelur á marknaðinum í ár enn í fjør, og tað saman við ófriðinum í Eysturevropa og innflutningskvotum í Nigera elvir til stóra óvissu um prísin á makreli í ár.
Friðleifur Friðleifsson, sum er sølustjóri á frystivørudeildini hjá Iceland Seafood, sigur við Fiskifréttir, at heimsmarknðurin fyri makrel úr Norðuratlantshavinum hevur ligið um 900.000 tons. Men í ár er líkt til, at veiðan kann koma upp á eina millión og 350.000 tons ellla kanska meiri.
-Veksur útboðið nógv, verður neyðugt at finna nýggjar marknaðir ella at fáa meiri út á verandi marknaðir við at lækka prísin, sigur Friðleifur Friðleifsson.
Hann leggur afturat, at í løtuni eru útlitini ikki serliga góð, tá tað snýr seg um makrelprísin í ár og serliga í fyrru helvt av veiðitíðini.
-Eg kvíði fyri, at menn kunnu fáa trupulleikar við goymsluplássi, sigur Iceland Seafood-sølustjórin.