Mariann Mikkjalsdóttir, sum er forkvinna í valstýrinum í Tvøroyrar kommunu, heldur, at greiðar ábendingar eru um, at valluttøkan í kommununi fer at verða sera góð á løgtingsvalinum í dag.
Longu áðrenn valhølini lótu upp, høvdu heili 17% av veljarunum valt við brævatkvøðu.
- Leggja vit brævatkvøðurnar aftrat atkvøðunum, sum eru komnar fram til klokkan 13, høvdu longu 37% av veljarunum greit atkvøðu í Tvøroyrar kommunu.
Hyggja vit eftir løgtingsvalinum í 2022, høvdu 27,6 prosent av veljarunum greitt atkvøðu klokkan 13, og hetta svaraði tá til 27,6 prosent av teimum, sum høvdu valrætt.
- Alt bendir tí á, at vit fáa eina stóra valluttøku í Tvøroyrar kommunu hesaferð.
Valnevndarforkvinnan vísir á, at á løgtingsvalinum í 2015 var valluttøkan 89,04 prosent, og tá høvdu 30,2 prosent valt klokkan 13, men í dag høvdu heili 37% av veljarunum greitt atkvøðu klokkan 13.
- Hetta er ein greið ábending um, at valluttøkan á løgtingsvalinum hesaferð saktans kann enda omanfyri 90%, sigur Mariann Mikkjalsdóttir.
##med2##
Valnevndarforkvinnan leggur aftrat, at alt hevur gingið væl higartil, og eins og aðrastaðni verða valhølini í Trongisvági opin til klokkan 20 - ella so leingi, sum steðgur ikki kemur í.
Tað eru eisini nógvar brævatkvøður í Tvøroyrar kommunu í dag - heili 214 í mun til 148 á løgtingsvalinum í 2022.
Í dag hava 1260 borgarar valrætt í kommununi, og tað er 52 færri enn á seinasta løgtingsvali, tá 1312 fólk høvdu valrætt.
##med3##












