Ákæruvaldið hevur eisini kært dómin hjá honum við kravið um harðari revsing.
Teir fýra, sum hava tikið við dómunum úr Føroya rætti, eru ein 25 ára gamal maður, fekk hálvtannað ára fongsul. ein 24 ára gamal maður, fekk eitt ára fongsul. Ein 32 ára gamal, sum fekk 1.000 krónur í bót.
Kringvarpið veit at siga, at tríggir menn vóru ákærdir fyri at ætla at smugla 3 kilo av hassji til Føroya á heysti í 2019. Hassjið skuldu teir hava keypt fyri 75.000 krónur í Danmark.
Ein maður var frídømdur fyri penganoyðslu í tveimum umførum. Prógvini hjá ákæruvaldinum vóru ikki nóg sterk, segði Rætturin.
Rætturin dømdi teir ákærdu at gjalda 67.900 krónur í endurgjaldi. Endurgjaldskravið varð 242.400 krónur. Fýra av teimum ákærdu skulu gjalda sakarkostnaðin. Statskassin rindar sakarkostnaðin fyri tann, sum fekk sektina.