Stóra skipsmanningin fegnaðist um syngjandi skiparan

Einkjan, børnini og vinfólk fegnast um fløguna við sangum hjá Árna Bass, sum kom út fyri stuttum

Fyri stuttum kom út ein fløga við 14 sangum, sum Árni Bech Jensen, Árni Bass, sáli hevur sungið inn. Árni Bech Jensen andaðist í 2011.

 

Talan er um upptøkur frá ymiskum tíðarskeiðum. Talan eru um sangir, sum eru sungnir saman við Sangbrøðrum, nýggjari upptøkur, og upptøkur, sum upprunaliga bara vóru ætlaðar til privat brúk. Hesir upptøkur eru snøggaðar, og ljóðføri eru løgd aftrat.

 

Einkjan, Maiken greiðir frá, at tað var ein heilt serlig uppliving, tá Árni var skipari og stýrimaður umborð á OM-skipunum, Doulos, Logos II og Logos Hope, sum er gamla Norrøna. Umleið klokkan 12 hvønn dag var vanligt, at skiparin í hátalara-annlegginum umborð á skipinum, segði frá veðri og positiónini. Men Árni gjørdi tað aftrat, at hann treiv í ein sang, og so rungaði djúpa bassrøddin um alt skipið. Av hesum fekk Árni Bass heitið "The singing captain".

 

Fyri Maiken og børnini, Erlu, Boga og Jákup, og eisini fyri vinmannin og sangfelagan, Øssur Berghamar hevur tað stóran týdning, at fløgan við Árna Bass er loksins komin út.

 

Undir myndini ber til at hoyra samrøður við Maiken Jensen, við børnini, Erlu, Boga og Jákup, við Jákup Zachariasen, sum hevur staðið fyri at framleiða fløguna, og so er eisini ein samrøða við Øssur Berghamar, sum hevur strongt á at fáa fløguna út. 

 

Millum samrøðurnar hoyrast stutt sangbrot av fløguni hjá Árna Bass, sum eitur "Longur á leið". Ljóðbrotið undir myndini er 31 minuttir til longdar, og tí er týdningarmikið at lesa ta bláu strikuna inn fyrst, áðrenn byrjað verður at lurta.