Tað verða eftir øllum at døma tveir flokkar færri í tinginumeftir valið.
Tað sigur nýggjasta veljarakanningin, sum Sosialurin hevur latið gera í øllum førum.
Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin verða eftir kanningini at døma teir heilt stóru tapararnir við valið hósdagin.
Til seinasta løgtingsval fekk Verkamannafylkingin 9,5 prosent av atkvøðunum, men sambært kanningini fær fylkingin bert 1,3 prosent av atkvøðunum.
Og hetta er ikki nóg mikið til bara ein tingmann.
Í prosentum er talan um eina afturgongd uppá 8,2 og teir missa sostatt allar tríggjar tingmenninar.
Men í mun til kanningina, sum SvF lat gera, so er hóast alt talan um framgongd.
Til ta kanningina stóð Verkamannafylkingin til bert at fáa 0,3 prosent av atkvøðunum, men tað hjálpir ikki so nógv tí fyri at fáa tingmann valdan, so skulu flokkarnir upp ímóti ella upp um trý prosent av atkvøðunum.
Hvør tann beinleiðis orsøkin er, skal verða ósagt, men tað er jú alment kent at teir persónar, sum til seinasta val myndaðu fylkingina - teir tríggir tinglimirnir - teir eru allir burtur. Farnir í aðrar flokkar ella hava tikið seg úr politikki.
Og tað er einki at ivast í at slíkt merkist.
Lassi Klein rýkur
Hetta kann Kristiligi Fólkaflokkurin eisini tosa við um.
Teirra politiska lagna sær nevniliga út til at verða líka ógreið sum tann hjá Verkamannafylkingini.
Til seinasta val fekk Kristiligi Fólkaflokkurin 6,3 prosent av atkvøðunum og tveir tingmenn - ein í Eysturoynni og ein í Suðuroynni.
Men er veljarakanning okkara á rættari kós, so verður Lassi Klein ikki tingmaður tá hósdagurin er farin aftur um bak.
Tí kanningin sigur, at Kristiligi Fólkaflokkurin fær bara 1,4 prosent av atkvøðunum og tað er heldur ikki nokk til.ein tingmann.
Men tað sum er verri fyri teir kristiligu er, at teir í mun til kanningina sum SvF lat gera fyri einum mánað síðani, hava mist heili 2 prosent.
Kristiligi Fólkaflokkurin hevur tað til felags við Verkamannafylkingini, at teir ikki stilla upp við somu monnum sum seinast.
Til valið í 1994 Kristligi Fólkaflokkurin eina lítla framgongd samanlagt, sum serliga komst av, at flokkurin fekk góða undirtøku í Suðuroyar Valdømi.
Men eisini har eru broytingar farnar fram.
Jákup Olsen, sum hevur verið tingmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin meginpartin av valskeiðnum, er ikki kristiligur meir, nú er hann bara fólkafloksmaður.
Ein mánað áðrenn valið skifti hann síðu, og tað fer uttan iva at merkjast á atkvøðutalinum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum í Suðuroy.
Hvaðar fara
atkvøðurnar
Ein tann fyrsti spurningurin, sum stingur seg upp er hvaðar hesar atkvøður fara?
Við valið í 1994 tók Verkamannafylkingin eina rúgvu av atkvøðum, serliga frá Javnaðarflokkinum, men eisini frá Tjóðveldisflokkinum.
Javnaðarflokkurin misti við valið í 1994 ikki minni enn 3900 atkvøður, millum annað til Verkamannafylkingina. Tó skal sigast, at talið av teimum, sum høvdu valrætt í 1994 í mun til 1990 fall við uml. 2000.
Tað kann tí roknast við, at ein rættiliga góður partur av teimum atkvøðum, sum Javnaðarflokkurin misti í 1994 kemur »uppá pláss aftur« nú.
Tað er tó eisini sannlíkt, at ein ávísur partur av atkvøðunum fellur til Tjóðveldisflokkin.
Eisini hann misti til seinasta val, men ikki í nær námind so nógv sum Javnaðarflokkurin.
Tó kann hugsast, at tær uml. 500 atkvøðurnar, sum Frælsisfylkingin fekk við seinasta val fyri tað mesta eru komnar frá Tjóðveldisflokkinum.
Sambandsflokkurin missir eisini
Til seinasta val gjørdist Sambandsflokkurin væl størstur.
Hann fekk tá 23,4% av atkvøðunum og fekk átta tingmenn valdar.
Men tað helt ikki. Tí tað var ikki so long tíð farin, tá fór Finnbogi Arge úr Sambandsflokkinum og gjørdist uttanflokkatingmaður.
Innanhýsis kegl var í flokkinum og sum øllum Føroya fólki kunnugt, so var innanhýsis kegl orsøkin til, at valið varð skirva út í ótíð.
Tað sær tó út til, at sambandsfólk bera yvir við tingmanningini, tí teir missa ikki meir enn 1,9 prosent í mun til valið í 1994 og hetta kostar teimum bert ein tingmann.
Í mun til kanningina hjá SvF er flokkurin enntá farin eitt kvink fram. Tá fingu teir 20,2 prosent, nú fáa teir 1,3 prosent meir.
Broytingarflokkarnir fram
Teir flokkarnir sum sambært okkara veljarakanning hava framgong eru teir, sum eru sinnaðir til at gera broytingar í stýrisskipanini.
Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Hesir flokkar hava samanlagt eina framgongd í prosentum uppá 19,4.
Tað er Tjóðveldisflokkurin, sum sambært veljarakanningini fer við størsta partinum av hesi framgong.
Hann hevur eina framgongd uppá 8,4 prosent. Hetta svarar til at Tjóðveldisflokkurin fær tríggjar nýggjar tingmenn.
Javnaðarflokkurin stendur til at fáa nærststørstu framgongdina við 3,4 prosentum og heldur tað, so fær Javnaðarflokkurin tveir tingmenn fleiri enn teir fingu við seinasta val - ella sjey tingmenn.
Hetta er tað sama sum flokkurin hevur nú, tí bæði Kristian Magnussen og Karl Robert Johansen úr Verkamannafylkingini eru nú limir í tingnólki Javnaðarfloksins.
Fólkaflokkurin fær sambært kanningini eina framgognd uppá 3,8 prosent, men tað er ikki nóg mikið til nakran nýggjan tingmann.
At enda sær eisini út til at Sjálvstýrisflokkurin fær eina fitta framgongd.
Sambært veljarakanningini fær Sjálvstýrisflokkurin eina framgongd uppá 2,4% og tað er ikki so líti tá hugsað verður um, at flokkurin við seinasta val bert fekk 5,6 prosent.
Seinastu dagarnir
Hvussu tað so fer at spæla av verður spenndandi at síggja.
Sum nevnt í aðrari grein, so er ein bólkur uppá 11 prosent, sum ikki enn veit hvørjum hann fer at atkvøða fyri.
Tað kann tí væl hugsast at ein væl skipaður »bardagi« seinastu dagarnar fer at fáa fólk at taka avgerð um hvar krossurin skal setast.
Tey 11 prosentini svarað umleið til tríggjar tingmenn, men verða tey býtt javnt, so verður úrslitið ikki øðrvísið av teirri orsøk.
Sum nevnt í aðrari grein so sær tó út til., at tað serliga eru Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum eiga nakrar atkvøður á í hesum bólkinum, so tað ræður um at reka væl hesar seinastu dagarnar
»Valluttøkan«
Tað er næmingar við Miðnámsskúlarnar í Suðuroy, sum hava staðið fyri tí praktiska partinum av kanningini.
Teir hava ringt til umleið
Av teimum 819 svaraðu 11,0% at tey ikki enn vita hvønn tey fara atkvøða uppá. 1,1% sigur at tey fara at atkvøða blankt og 2,3 prosent siga at tey fara ikki á val.