Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar spældu í kvøld seinasta dystin í grundspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli í OBOS Arena vann Storhamar 33-28 á Tertnes. Í steðginum vóru eisini fimm mál á muni. Tá var Storhamar á odda 20-15. Pernille var noterað fyri tvey mál.
Storhamar endaði næstfremst í grundspælinum við 45 stigum fyri 26 dystir. Sola er greitt oddalið við 50 stigum.
Storhamar skal nú í endaspælinum spæla fjórðingsfinalur móti nummar sjey í endaspælinum, Fana.











