Stóri talvdagurin er í dag

Tvey umfør eru á skránni, og seinnapartin bresta FM favorittarnir saman

Finnbjørn Vang og Torkil Nielsen fult savnaðir um avbjóðingina í gjárkvøldið - Tórur Gudmundsen úr Sandavági er eygleiðarin

Mikudagurin í dymbildagavikuni er á hvørjum ári stóri dagurin í FM í talvi fyri einstaklingar.

Í ár er Sandavágs Talvfelag vertur, og tað verður kappast í skúlanum á Giljanesi. Aftur í ár er mikudagurin stóri dagurin. Tvey umfør eru á skránni. Fyrstu leikirnir í fimta umfari verða fluttir klokkan 10, og klokkurnar verða settar í gongd aftur klokkan 17, tá ið sætta umfar verður.

 

Sandavágs Talvfelag hevur vunnið liðkappingina seinastu árini, og nú tað resta tvey umfør í liðkappingini er tað mest sum avgjørt, at sandavágsmenn aftur í ár fara avstað við meistaraheitinum.

 

At sandavágsmenn eru so sera stinnir sæst aftur í støðutalvuni í einstaklingakappingini. Eftir fýra umfør eru Rógvi Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson fremstir við 3 ½ stigi, og teimum næstur er Carl Eli Nolsøe Samuelsen við 3 stigum. Allir umboða teir Sandavágs Talvfelag. Eingin av hinum hevur fleiri enn 2 stig.

 

Oddafiskarnir báðir, Silas Eyðsteinsson og Rógvi Egilstoft Nielsen, bresta seinnapartin saman í sætta umfari. Fyrrapartin fer Silas at dystast við Høgna Egilstoft Nielsen, sum higartil ikki hevur staðið seg so væl, sum hann hevur gjørt tey seinnu árini. Fyrrapartin fer Rógvi Egilstoft Nielsen at telva ímóti Martini Poulsen, sum rættiliga hevur fótað sær eftir soltin tvey tey fyrstu umførini.

 

Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum er eitt hálvt stig aftanfyri teir báðar fremstu, og sum harvið framvegis er við í FM stríðnum, fer fyrrapartin at sita yvirav veteraninum Torkili Nielsen, og seinnapartin fer hann at hitta Finnbjørn Vang.

 

Kappingin á Giljanesi er almenn, og tað ber eisini til at fylgja talvunum á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya http://live.faroechess.com/live.html

 

5. umfar klokkan 10.00

Tummas Martin Sólsker – Hans Kristian Simonsen

Martin Poulsen – Rógvi Egilstoft Nielsen

Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen

Sjúrður Thorsteinsson – Finnbjørn Vang

Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Torkil Nielsen

 

6. umfar klokkan 17.00

Hans Kristian Simonsen – Torkil Nielsen

Finnbjørn Vang – Carl Eli Nolsøe Samuelsen

Høgni Egilstoft Nielsen – Sjúrður Thorsteinsson

Rógvi Egilstoft Nielsen – Silas Eyðsteinsson

Tummas Martin Sólsker – Martin Poulsen

Finnbjørn Vang og Torkil Nielsen fult savnaðir um avbjóðingina í gjárkvøldið - Tórur Gudmundsen úr Sandavági er eygleiðarin