Slík støð sum hesi eru sett upp í Ukraina, har fólk kunnu koma og fáa hita í kroppin og løða sær fartelefonina, meðan streymslit er. Henda myndin er tikin undir einum streymsliti í Kyiv

Stórir partar av Ukraina uttan streym og hita

- Russar hava framt enn eitt ógvusligt álop á streymveitingina í landinum, og álopini halda fram, sigur orkumálaráðharrin

Slík støð sum hesi eru sett upp í Ukraina, har fólk kunnu koma og fáa hita í kroppin og løða sær fartelefonina, meðan streymslit er. Henda myndin er tikin undir einum streymsliti í Kyiv

Eitt ógvusligt álop á streymveitingina í landinum hevur ført til streymslit yvir stórar partar av Ukaina.

- Sum avleiðing av skaðum, sum fíggindin hevur framt, eru neyðstøðir settar upp í flestu regiónum, sigur elveitarin, Ukrenergo, á boðtænastuni Telegram tíðliga í morgun.

 

Orkumálaráðharrin í Ukraina, Denys Sjmyhal, váttar eisini umfatandi álop og streymslit í landinum.

 

- Russar hava framt enn eitt ógvusligt álop á streymveitingina í landinum, og álopini halda fram, leggur orkumálaráðharrin aftrat.

 

Denys Sjmyhal sigur, at arbeiðið at loysa streymtrupulleikarnar byrjar so skjótt, sum trygdarstøðan loyvir tí.

 

Í vetur hava russar afturvendandi lopið á streymveitingina og farhitaskipanir í Ukraina, samstundis sum hetta hevur verið kaldasti veturin í landinum í fleiri ár.

 

- Tá tað hevur verið kaldast í Ukraina í vetur, hevur kuldin verið heilt niður í 20 stig, veit www.tv2.no at siga úr Ukraina tíðliga í morgun.

 

 

 

 

 

Slík støð sum hesi eru sett upp í Ukraina, har fólk kunnu koma og fáa hita í kroppin og løða sær fartelefonina, meðan streymslit er. Henda myndin er tikin undir einum streymsliti í Kyiv