Áttanda dystin á rað fingu David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town úrtøku í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.
Í dag leikti Grimsby javnt 0-0 á útivølli móti Newport. Tað ótrúliga í dagsins dysti var, at liðini brendu hvør sítt brotsspark.
Geza fekk í dag 67 minuttir á vøllinum. Hetta er áttandi dysturin á rað, at Geza fær spælitíð, og í hesum fimm dystunum hevur Grimsby fimm sigrar og tríggjar javnleikir.
Grimsby er nummar 12 í deildini við 45 stigum. Grimsby er fýra stig frá Walsall, ið er á sjeynda plássinum sum gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting við lokna kapping.
Longu mikukvøldið klokkan 19.45 er aftur dystur hjá Grimsby í League Two. Tá kemur á Accrington Stanley á vitjan.











