Stormur inntil leygardagin

Keðiliga veðrið heldur fram, men um vikuskifti væntast frægari veður.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Petur Skeel Jacobsen siga frá veðrinum komandi dagarnar

 

Keðiliga veðrið heldur fram til leygardagin, tá ið tað vindurin hasar nakaða av, sambært veðurfrøðinginum hjá Miðlahúsinum.

 

Seinnapartin væntar hann, at stormurin av útnyrðingi heldur fram og vit kunnu vænta okkum ælaveður, enntá við vátaslettingi ella heglingi. Hitalagið er eisini lítið hugaligt fyri samdøgrið, og sagt verður frá tveimum og upp í fimm hitastigum.

 

Í morgin og fríggjadagin sigur Petur Skeel Jacobsen frá hvøssum vindi upp í storm, og hitalagið kann fara niðurum frostmarkið.

 

Tó minkar hann um vindin fríggjakvøldi, og leygar- og sunnudagin verður frískur vindur oman í lot av ymsum ættum, enntá við sólglottum.

 

Um koyrilíkindini, sigur Landsverk frá nógvum vindi - og hvirlum upp móti ódn, ella 33 metrum um sekundi - á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Harafturat eru hesi støðini serliga vindbard:

 

Syðradalur - Stormur, Í hvirlunum upp til 27.0 m/s. 

Gjáarskarð - Skrið, Í hvirlunum upp til 29.2 m/s. 

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 28.5 m/s. 

Norðuri í Sundum, Kollafjørður Skrið, Í hvirlunum upp til 26.2 m/s. 

Vatnsoyrar Skrið, Í hvirlunum upp til 28.2 m/s. 

Mykines Stormur, Í hvirlunum upp til 29.0 m/s. 

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 33.1 m/s. 

við Velbastaðháls Skrið, Í hvirlunum upp til 26.6 m/s. 

Ørðaskarð, Fámjinsvegurin Skrið, Í hvirlunum upp til 27.3 m/s. 

Porkerishálsur

 

Landsverk sigur eisini, at roknast kann við hálku á Gøtueiði og við Høgareyn.