Veðrið til fyrrapart leygardag
Skiftandi skýloft við ælaveðri, útsynningi og seinni sunnan, 15 m/s og regn vestaneftir. Í kvøld verður kaldari, niður í 3 stig, hann minkar vindin og klárar í.
Veðrið leygardagin
Landsynningur, 8 til 13 m/s, onkustaðni upp í 15 m/s og hann dregur á luftina. Út á dagin snarar hann vesturum og veksur vindin upp í 20 til 25 m/s. Tað verður yvirskýggjað við regni og 8 hitastigum. Um náttina stormur av útnyrðingi, upp í 28 m/s, sum seinni minkar nakað. Vátaslettingur og hitin um 2 stig.
Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin
Hann minkar vindin eitt skifti niður í 5 til 10 m/s av útnyrðingi, men veksur aftur upp í 13 til 18 m/s, møguliga 20 m/s. Skiftandi skýloft við ælaveðri, møguliga sum vátaslettingur og kavi. Hitin fellur til frostmarkið. So líðandi einstøk æl og sólarglottar.