Eitt lágtrýst beint norðan fyri Grønlandsfjørðin fer spakuliga í ein landnyrðing, meðan eitt tilhoyrandi brúgvalag yvir Føroyum fer spakuliga í ein eystan. Hetta brúgvalagið hevur kaldari og óstøðugari luft við sær.
Út á dagin kemur eitt nýtt lágtrýst inn yvir Grønlandsfjørðin av útsynningi suðri og tilhoyrandi brúgvaløgini fara fram við Føroyum í dag og í morgin. Seinni kemur ein streymur av kaldari luft og vetrarælum, fyrst av vestri, seinni av norðri.
Frá sunnudegnum fer eitt hátrýst í ein útsynning úr Íslandi spakuliga í ein landsynning og týsdagin fer eitt lágtrýst norðan fyri Føroyar í ein landsynning.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um middagsleitið hækkar í ein útsynning og øtlar. Í nátt verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s. Yvirhøvur skýggað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig, í nátt millum 2 og 7 stig.
Í morgin
Skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, sum spakuliga makar og um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 7 stig.
Gamlaárskvøld
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein norðan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.
Nýggjársdag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum lækkar í ein útnyrðing og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin upp í 3 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl, seinni vátaslettingur ella regn. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um kvøldið lækkar hann í ein vestan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.