Stórsigur til Neistan

Rættiliga óvæntað vunnu Neista-menn við heili 10 málum í Kollafirði í dag

Neistin tykjast vera heilt væl áleiðis í royndunum at vinna seg fram til hálvfinaluna í steypakappingini.

 

Í dag vitjaði Neistin hjá KÍF, sum við einum sigri kundi tryggja sítt hálvfinaluplás, men hetta gekk als ikki hjá vertunum.

 

Neistin vann nevnliga greiðan sigur - ikki minni enn tíggju mál vóru á muni, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað.

 

Fyri steðgin gekk javnt á, men Neistin hevði fyri tað mesta eina leiðslu upp á tvey mál ella so. Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tó púrasta galið hjá KÍF. Neistin skoraði mest sum eftir vild, og skjótt høvdu teir vunnið sær eina somikið trivaliga leiðslu, at vertirnir kundu illa gera annað enn at geva skarvin yvir.

 

Bæði Neistin og KÍF hava nú tvey stig undan seinasta umfarinum, men tað er tó munur á, hvørja mótstøðu tey tá fáa. Kollfirðingar skulu til Vestmanna, har heimaliðið hevur verið sera væl fyri í vetur. Neistin skal spæla móti næst-besta liðnum hjá H71.

 

KÍF-Neistin 23-33 (9-12)