Stórt Fótbóltspanel á FM1 í dag

Í dag millum klokkan 15 og 17 verður Fótbóltspanelið á FM1 við landsliðstilfari

Í dag frá klokkan 15 til 17 verður Fótbóltspanelið á FM1. Tað er fótbóltssending, sum er á FM1 hvønn fríggjadag. Sendingin í dag verður merkt av landsliðsstemningi. Í gjár spældi føroyska U21-landsliðið móti Norðurmakedónia. Úrslitið bleiv 1-1. Talan var eisini um ein søguligan dyst, tí tað var tann fyrsti altjóða U21-landsdysturin í Klaksvík.

 

Í sendingin hoyra vit millum annað frá Andrias Edmundssyni, ið spælir í sponsku fjórðu deild. Hann tosar bæði um avrkið í gjár, men eisini um gongdina í Águilas og hvussu hann sær framtíðina.

 

Í sendingini greiður Viljormur Davidsen eisini frá hendingini, tá hann endaði í sóttarhaldið til seinastu landsliðssamling. Og vinstri bakkurin hevur nógv av siga um støðuna, tí tað eru nógv ting, ið ganga honum í móti.

 

Eisini hoyra vit frá Skansanum, Håkani Ericsson, Halli Hansson og Hannesi Agnarson. Og so fara vit at endurhoyra tjóðsangin frá í gjár, tá ungu áskoðararnir við Djúpumýru veruliga settu sín dám á.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda sms á 559999.