Nú sleppa ferðafólk at taka súkklu við inn í bussin á tveimum bussum hjá Bussleiðini í Havn
Talan er um bussarnar í koyra á leið fýra og fimm og hetta er sostatt ikki galdandi fyri leiðirnar eitt, tvey og trý.
Tórshavnar Býráð sigur, at í fyrstu atløgu er talan um eina royndartíð, sum gongur fram til fyrsta juli í ár.
Tá fer býráðið at eftirmeta støðuna og at taka støðu til, hvussu farast skal fram framyvir.
Fleiri ferðir hevur hesin møguleikin verið umrøddur, tí tað hevur verið hildið, at ferðafólk kunnu hava áhugað í at koyra við bussinum í býin, men at súkkla heimaftur, ella at koyra ávegis og so súkkla restina.
Ein tørvskanning hjá býráðnum vísir eisini, at tørvur er á hesum, tí sum heild siga 18 prosent av havnarfólki, at tey hava tørv á at hava súkklu við í bussin.
Men tað er rættiliga stórur munur á, hvar fólk búgva, tí summstaðni er tað næstan ein triðingur, sum vilja hava møguleikan at fáa súkklu við í bussin. Men nøkur av teimum eru fólk, sum ikki brúka Bussleiðina, sum er.
Kanningin vísir, at talan er fyri tað mesta um fólk í Hoyvík og á Norðasta Horni og í niðurstøðuni í kanningini verður mett, at talan kann vera um fólk, sum vilja koyra í vussi til arbeiðis og so at súkkla heimaftur.